Mynd: Sky Sports |
10. novembur 2019, kl. 16.30, Premier League, Liverpool FC - Manchester City
Tveir av heimsins bestu venjarum hava bygt upp hvør sítt stórlið, sum við góðum og undirhaldandi fótbólti hugtaka allan fótbóltsheimin.Hesin dysturin er seinnu árini vorðin tann veruligi stórdysturin í enskum fótbólti.
Seinasta kappingarár skilti bara eitt stig liðini, og ongantíð fyrr høvdu tvey lið fingið so nógv stig í best ensku deildini. City var frammanfyri, og tí hungrar Liverpool framvegis eftir fyrsta enska meistaraheitinum í heili trý áratíggju.
Hetta kappingarárið er Liverpool byrjað betri, og er undan dystinum seks stig framman fyri City, sum hevur verið hart rakt av skaðum og hevur víst ávísar veikleikar.
Eftir dystirnar seinasta vikuskifti ákærdi venjari hjá City, Pep Guardiola, spælarar hjá Liverpool og serliga Saudio Mané fyri at detta ov lætt. So var tað, sum tey í Onglandi kallað "mind games" byrjað, og Jürgen Klopp, venjari hjá Liverpool, var skjótur at svara aftur, at hann tímdi ikki at tosa um tey "professionellu" fríspørkini, sum City gjørdi.
Í vikuni hava Guardiola og Klopp kortini dempað orðadráttin teirra millum, og róst hvørjum øðrum fyri sera gott arbeiði.
Dysturin í dag kann gerast sera avgerandi í stríðum um enska meistaraheitið, og serliga vit Liverpool-fjepparar er sera spentir, um okkara menn í dag kunnu taka eitt stórt fet móti meistaraheitinum 2020.
Dysturin verður vístur á teimum sjónvarpsrásum, sum vanliga vísa Premier League. Tær barrir, sum vanliga vísa Premier League, vísa sjálvandi eisini dystin, og m.a. plaga Liverpool-fjepparar at hyggja í Bowlinghøllini í Havn.
Onkrir føroyingar eru eisini á Anfield, og sleppa at síggja fótbólt á allarhægsta stigi.
Sky Sports ger nógv burtur úr dystinum, sum verður vístur á Super Sunday á Sky Sports Premier League |