Liverpool er 8 stig fremst í Premier League. Enn einaferð var VAR í fokus, tá ið Manchester City ikki fekk brotsspark í hesi støðuni. (Skermmynd frá Sky Sports) |
Premier League, Liverpool FC - Manchester City 3-1 (2-0)
Fá sekund eftir, at City kundi fingið brotspark, legði Fabinho Liverpool fram um við einum hørðum langskoti, og enn einaferð er VAR í miðdeplinum.
Manchester City byrjaði betri, og tá ið bólturin støkk í hondina á verjuleikaranum hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold, vildi City hava brotspark. Í staðin fór Liverpool í skjótt mótálop. Eftir fyrstu atsókn fór bólturin útfrá málinum og endaði fyri føturnar á Fabinho, sum fyrst legði bóltin til rættis, og síðan hamraði bóltin í málið úr 20 metra fjarstøðu.
Teir í City vóru sjálvandi ónøgdir, tá ið dómarin eftir VAR staðfesti málið. Endurtøkurnar vístu, at tað saktans kundi verið dømt brotspark til City, men tær vístu eisini, at bólturin kom í hondina á einum City-leikara áðrenn brotssparksstøðuna. Kjakið um VAR heldur í hvussu er fram eftir hetta vikuskiftið!
Eftir fyrsta málið var City nakrar ferðir nær við, eftir at nøkur fríspørk vóru send innfyri og rangstøðufellan hjá Liverpool kiksaði.
Men í staðin hendi tað, at Liverpool í 13 minutti fór í mótálop. Høgri bakkurin, Alexander-Arnold sendi ein frálíkan bólt við vinstra beininum tvørtur um vøllin til Robertson, sum síðan sendi bóltin innfyri inn um verjuna hjá City. Fernardinho í miðverjuni hjá City rakk akkurát ikki bóltinum, og aftan fyri setti Salah høvdið á bóltin, og so var 2-0.
Restina av fyrra hálvleiki bylgjaði dysturin eitt sindur aftur og fram, og bæði liðini høvdu onkrar møguleikar. Wijnaldum kláraði ikki at benda eitt skot í málið. Allison bjargaði, tá ið Aguero kom í góða skotstøðu inni í brotsteiginum, og bólturin tók í stongina, tá ið Van Dyik mundi sent bóltin í egið mál. Eisini sendi Firmino eitt skot beint á Bravo í City-málinum.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri við einum øgiligum City-trýsti, og eins og í fyrra hálvleiki, so var tað Liverpool, sum skoraði. Henderson kláraði at renna seg leysan í høgra horni og sendi bóltin innfyri beint í høvdið á Mané, sum skoraði umvegis Bravo í málinum.
Nú hildu tey flestu, at dysturin var avgjørdur. Men hóast Liverpool spældi væl, so lúrdi City alla tíðina, og í 78. minutti skoraði Silva, tá ið bólturin úr vinstru síðu varð sendur tvørtur um 5-meturin.
City legði eitt øgiligt trýst, og serliga Sterling vaknaði seinasta part av dystinum. Mál kom kortini einki, og Liverpool er nú 8 stig fremst á stigatalvuni og nýggju stig framman fyri Manchester City, sum nú er á fjórða plássi. Manchester City tekur næsta vikuskifti móti Chelsea.
-----------------------------
Støðan og úrslit í Premier League síggjast her: premierleague.com