Komandi stórspælarar á norska landsliðnum


Noreg – Føroyar, EM-undanbólkur, fríggjadagin 15. novembur kl. 17.00

Seinastu mánaðirnar hevur 19 ára gamli norðmaðurin, Erling Braut Håland (høgrumegin), hugtikið allan fótbóltsheimin. Hann fær helst møguleika at skora sítt fyrsta landsliðsmál móti Føroyum. Martin Ødegaard (vinstrumegin) er ikki við móti Føroyum. (Myndir: Wikipedia)

Úrmælingurin Ødegaard

Martin Ødegaard kom fram sum norska undurbarnið í fótbólti fyri longu nøkrum árum síðan. Hann varð í 2014 sum 15 ár gamal yngsti leikarin nakrantíð at spæla í bestu norsku deildini, og hann spældi eisini sín fyrsta landsdyst sum 15 ára gamal.  Skjótt vildu øll stórfeløgini í Evropa hava fatur á honum, og í 2015 tryggjaði Real Madrid sær undirskriftina hjá norska úrmælinginum.

Síðan hevur gingið eitt sindur striltið hjá Ødegaard at fáa sítt veruliga gjøgnumbrot, og hann hevur verið leigaður út til fleiri feløg. Hetta kappingarárið er hann læntur út til Real Sociedad, og har hevur hann veruliga funnið stórspælið fram og helst gongur ikki long tíð til Real Madrid sendir boð eftir honum at spæla í spanska høvuðsstaðnum.

Føroyingar sóu evnini hjá Martin Ødegaard, tá ið Noreg vitjaði á Tórsvølli í summar, hann var millum frægu norsku leikararnar í einum vánaligum norskum avriki. Ødegaard er ikki við móti Føroyum hesaferð, tí hann er skaddur.

Skorar Håland fyrsta landsliðsmálið móti Føroyum

Ein, sum ikki var við í Føroyum í summar, var Erling Braut Håland. Tá mundu fá kenna hendan 19 ára gamla norðmannin. Men tað gera flestu fótbóltsáhugað nú, og Erling Braut Håland, sum er sonur Alf Inge Håland, ið spældi við m.ø. Manchester City í 90-árunum, hevur skorað mál í hópatali í heyst.

Red Bull Salzburg keypti Håland í fjør, og hann hevur hetta kappingarárið skorað 15 mál í 12 dystum, harav sjey mál í fýra dystum í Champions League. Nú standa stórfeløgini á rað at fáa fatur á unga Håland.

Erling Braut Håland hevur spælt tveir landsdystir í heyst, men hann hevur framvegis ikki skorað fyri Noreg. Væntandi verður hann á vøllinum móti Føroyum, og tað má sigast at vera ein ávísur vandi fyri, at fyrsta landsliðsmálið hjá “komandi” heimsstjørnuni verður skorað móti Føroyum

20 leikarar í Premier League

Vit, sum eru nóg gomul, minnast, tá ið norska landsliðið í 90-árunum, undir leiðslu av kenda venjaranum Drillo, eitt skifti var heilt upp millum heimsins bestu. Hæddarpunktini vóru 1-0 sigurin á Italia í HM í USA 1994 og 2-1 móti Brasil í HM í Fraklandi í 1998.

Hetta tíðarskeiðið seinast í 90-árunum spældu umleið 20 norðmenn í ensku Premier League samstundis.  Vit minnast kendar norskar leikarar, sum Henning Berg, Tore André Flo, Alf-Inge Håland, Steffan Iversen, Ronny Johnsen, Ole Gunnar Solskjær, Stig Inge Bjørnebye, Øyvind Leonhardsen, Kjetil Rekdal, Rune Bratseth, Jan Åge Fjørtoft og fleiri.

Eftir áratúsundskiftið hevur norskur fótbóltur ikki klárað at hildið støðið frá 90-árunum. Norska landsliðið hevur heldur ikki spælt seg til nakað endaspæl síðan EM ár 2000.

Noreg spælir seg helst ikki til EM-endaspælið næsta summar. Men við Martin Ødegaard og Erling Braut Håland á liðnum hava norðmenn góðar vónir, at norska landsliðið komandi árini aftur kann bjóða heimsins bestu landsliðum av.