Føroyingar tyktust ikki heilt klárir



Sum so ofta fyrr, so sýntist sum um, at okkara menn ikki vóru heilt klárir til dystin, og longu tá ið 8 minuttir vóru leiktir, vóru vit aftanfyri 2-0.


Nógv umtalaði norski áleyparin, Erling Haaland, mátti geva seg við skaða í upphitingini, og í staðin fyri hann byrjaði Alexander Sørloth, sum eins og Haaland er sonur ein fyrrvarandi landsliðsleikara. Pápi Alexander, Gøran Sørloth, skoraði móti Føroyum í 1992.

Longu í fjórða minutti skallaði Reginiussen bóltin í málið, tá ið hann vann ein luftdyst móti Heina Vatnsdal eftir hornaspark.
'
Løtu seinni komu norðmenn í gjøgnum í vinstru síðu, bólturin varð sendur innfyri og har sneiddi Fossum bóltin í málið.

2-0

Beint eftir 2-0 málið mundu norðmenn skorað til 3-0, men Gunnar bjargaði meistarliga. Restina av fyrra hálvleiki settu norðmenn ferðina niður, men kortini høvdu norðmenn alt spælið, og føroyingar formáddu sær heilt einfalt einki.

Seinni hálvleikur helt fram sum fyrsti. Okkara menn vóru statiskar á vøllinum, og hildu fram við somu feilum sum í fyrra hálvleiki. Royndu at spæla seg úr verjuni sjálvt, um teir als ikki megnaðu tað, og av beinkinum komu ongar broytingar.

Við tveimum skjótum málum avgjørdi Alexander Sørloth dystin í 62.- og 65. minutti. So nú hevur hann skorað fleiri mál móti Føroyum enn pápin.

3-0


4-0