Einki nakað!

Dysturin sýntist taptur, áðrenn hann byrjaði (skermmynd frá KvF)
"Eingin bakað, eingin kaka, EINKI NAKAÐ". Soleiðis skal ein kendur venjari í føroyskum fótbólti hava sagt, tá ið eingin kaka var á borðinum eftir eina venjing. Í kvøld kunnu vit siga, at á føroyska landsliðnum var EINKI NAKAÐ!


Jóan Símun Edmundsson segði í eini samrøðu við portal.fo eftir dystin, at fyrireikingarnar til landsdystin høvdu verið vánaligar, og á vøllinum var okkurt, sum bendi á, at hann hevði rætt.

Liðið kom als ikki á vøllin. Markeringarnar vóru leysar, eingin takklaði, eingin bardist, eingin vísti nakran vilja og eingin var illur. Sá ikki út, sum nakar tímdi at spæla.

Dysturin var taptur, áðrenn hann byrjaði. Tvey skjót norsk mál, og eitt føroyskt lið sum royndi at spæla seg út úr verjuni, hóast teir als ikki megnaðu tað.

Venjarin, Lars Olsen, gjørdi einki fyri at broyta nakað. Sýntist handlingslammaður, og okkurt bendir á, at hansara tankar eru aðrastaðni. Kanska hevði verið rætt, at fótbóltssambandið steðgaði samstarvinum við Lars, so skjót, sum tað var greitt, at hann ikki helt fram sum føroyskur landsliðsvenjari.

Vit treingja nú til eina nýggja byrjan av onkrum slagi. Ov nógvir leikarar hava næstan verið sjálvskrivaðir á liðnum. Tað hevur ikki verið neyðugt at vísa nakað fyri at varðveita plássið á liðnum.

Hvat er so at gera?

"Dagsins leikari" frá seinast, Jóannes Danielsen, eigur at sleppa at byrja inni móti Svøríki, og so áttu vit, at fingið ein veruligan verjukendan miðvallarleikara, ein seksara, inn á liðið. Liðið hevur skríggjað eftir einum seksara, síðan Fróði Benjaminsen gavst á landsliðnum, og fótbóltsserfrøðingar hava tosað um hendan trupulleikan, siðan Fróði gavst.

Hesaferð er eingin seksari við í hópinum. Jákup Andreasen úr KÍ er uttan iva besta boðið upp á ein framtíðar verjukendan miðvallarleikara, og hann eigur at fáa møguleikan, frá komandi landsliðsvenjara.

Eftir tí, sum Jóan Símun Edmundson segði eftir dystin, so er eisini okkurt, sum bendir á, at Fótbóltssambandið og komandi venjarar eiga at taka landsliðið meira alvorligt og bøta um arbeiðið runt um landsliðið.

Føroyskur landsliðsfótbóltur er í løtuni í einum veruligum aldudali. Ikki bara A-landsliðið. Øll U-landsliðini hava eisini havt sera vánalig úrslit seinastu tíðina.

Fótbóltssambandði má gera okkurt fyri at venda gongdini.