Skermmynd frá KvF |
Nú eitt samdøgur er farið, síðan Føroyar taptu 3-0 móti Svøríki, er tíð at taka samanum. Teir tríggir í sjónvarpsstovuni søgdu nokk tað mesta eftir dystin, og eg var samdur í næstan øllum, teir søgdu.
Vit skulu hava nýggjan landsliðsvenjara, sum fær eina stóra uppgávu at endurreisa landsliðið.
Komandi landsliðsvenjarin sleppur neyvan undan at rudda eitt sindur upp á landsliðnum, og taka nýggjar frískar spælarar inn á liðið. Tað hava verið ov nógvir av spælarunum, sum hava spælt landsdyst eftir landsdyst, hóast tað hevur verið langt millum góðu avrikini hjá fleiri.
Spælararnir mugu onkursvegna merkja, tá ið teir hava spælt fleiri vánaligar dystir. Tað má merkja, at leikarin má á beinkin ein túr, meðan aðrir ungir svangir leikarar sleppa framat.
Eitt annað, sum eg meti hevur stóran týdning, er, at vit mugu hava ein verjukendan leikara inn á miðvøllin. Ein bardagamann, sum røkir leiklutin sum seksari, ein avloysari fyri Fróða Benjaminsen, sum vit hava saknað, síðan hann gavst á landsliðnum. Her er Jákup Andreasen úr KÍ eitt gott boð.
Vit mugu nokk eisini ásanna, at vit ikki altíð klára at spæla "tiki-taka" út úr verjuni. Tað riggaði nakrar dystir fyri nøkrum árum síðan. Men hini liðini hava lisið okkum av, og vit mugu tí finna eina aðra loysn, og spæla meira beinleiðis, so vit kunnu koma til nakrar málmøguleikar.
Vit sóu eitt sindur av beinleiðis spæli móti Svøríki, og tað var nógv stuttligari at síggja tann dystin enn dystin móti Noregi, tá ið vit ongantíð komu framum press-spælið hjá Noregi.
Eitt tað besta seinastu dystirnar er, at Brandur Hendriksson hevur spælt seg upp aftur á eitt støði, sum minnir um tað, hann var á, tá ið hann var upp á tað besta.
Vit hava brúk fyri Brandi, sum enn er ungur. Liðið má byggjast runt um hann, tí hann hevur nakrar fótbóltsførleikar, sum aðrir ikki hava. Vónandi fer Brandur nakað skjótt at spæla í einari sterkari deild enn tí íslendsku.
Umframt Jákup Andreasen, er liðfelagi hansara úr KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen eitt gott boð upp á ein framtíðar landsliðsleikara. Aðrir ungir leikarar koma heilt sikkurt eisini at halda seg framat, og vónandi koma teir "gomlu" ikki at hava eitt líkt trygt pláss á liðnum sum undir Lars Olsen. Eisini hevði verið sera gott, um Sonni Ragnar Nattestad kom í gongd aftur, tí honum hava vit brúk fyri í verjuni.
Vit gleða okkum til landsliðið fer í gongd aftur næsta heyst, og vónandi klára vit at lyfta okkum aftur upp á støðið frá 2014-2017. Tað kemur tó ikki av sær sjálvum, og tað skal arbeiðast hart, bæði á landsliðnum, í FSF og í føroyskum fótbólti sum heild.
Úrslitini hjá okkara landsliðum hava ikki verið nøktandi seinasta árið, og føroyskur fótbóltur má taka seg saman.