Rói Joensen
Monday, December 02, 2019
Ofta verður tosað um, hvørji feløg uppala flestar landsliðsleikararnar á fótbóltslandsliðnum. Vit hava kannað tølini eitt sindur nærri.
Vit hava hugt eftir, hvørjum feløgum landsliðsleikarar, sum hava spælt á landsliðnum í 2018 og 2019 í Nations League og EM-undankappingini eru vaksnir upp í.
Yvirlitið byggir á, hvørjum feløgum leikararnir eru uppvaksnir í, og hvussu nógvar minuttir teir vóru á vøllinum.
Tað ber til at kjakast um, hvar leikarar eru uppvaksnir. Summir hava verið í fleiri føroyskum feløgum. Fleiri fóru eisini av landinum sum blaðungir, og eru partvíst vaksnir upp í útlendskum feløgum.
Tað eru óivað fleiri mátar at gera eitt tílíkt yvirlit. Men hetta er okkara boð.
29 leikarar spældu teir tilsamans 15842 minuttirnar í 16 landsdystum í Nations League og undankappingini til EM. Atli Gregersen spældi allar dystirnar á tamb.
Minuttirnir er býttir soleiðis millum feløgini: (hagtalskelda: faroesoccer.com)
(Alt útrokningargrundarlagið sæst niðast í greinini)
Sum sæst, so hevur HB klárt flestar uppalingarminuttir á landsliðnum, heili 22%. Hetta kemst serliga av, at Gunnar Nielsen, Hallur Hansson og René Shaki Joensen eru uppvaksnir í HB.
Feløg uttanlands standa aftanfyri 15% av landsliðsminuttunum. Tað eru leikarar, sum Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson og Oddmar Færø, sum heilt ella partvíst hava spælt sín barnafótbólt uttanlands.
NSÍ er tað felagið, sum hevur latið næstflestar “uppalingarminuttir” til landsliðið, 14%. Her eru tað serliga Viljormur Davidsen og Klæmint Olsen hava spælt nógvar minuttir.
Víkingur eigur 10,8% av samlaðu leiktíðini. Her er tað serliga Sølvi Vatnhamar, sum hevur spælt nógv. Eisini er Kaj Leo í Bartalsstovu komin inn fleiri dystir.
Lítla felagið B71 eigur 8,6% av samlaðu leiktíðini á landsliðnum. Brandur Hendriksson hevur spælt allar hesar minuttirnar.
Gilli Rólantsson hevur eisini havt fæst pláss millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, og tí eigur TB heili 7,6% av uppalingarminuttunum á landsliðnum.
B36 eru umboðað við 5,0%. Her eigur Atli Gregersen, sum fyri nógvum árum siðan vaks upp í B36, næstan allar minuttirnar.
B68 er umboðað á listanum við Jóan Símun Edmundsson, sum spældi 4,8% av samlaðu landsliðsminuttunum.
Úr FC Suðuroy hevur Heini Vatnsdal spælt 4,5% av samlaðu leiktiðini á landsliðnum.
Føroyameistararnir, KÍ, hava ikki havt nakran fastan landsliðsleikara seinastu árini, men eiga kortini 4,1% av samlaða minutttalinum. Jóannes Bjartalíð, Jóannes Danielsen og Teitur Gestsson spældu tilsamans nakrar landsdystir.
Sonni Ragnar Nattestad vaks upp í 07 Vestur. Hann spældi 2.9% av samlaðu leiktíðini á landsliðnum.
Eingin leikari, sum hevur verið á vøllinum á landsliðnum seinastu tvey árini er uppvaksin í EB/Streymi, AB, Skála og ÍF.
Útrokningargrundarlagið sæst her:
Flest landsliðsminuttir “uppvaksnir” í HB