Ársins ítróttanavn í fasta legu

U17-hondbóltsdreingirnir er eitt boð upp á ársins ítróttanavn. Teri vunnu European Open í Gøtaborg í summar
Leygarkvøldið 28. desembur verða ársins ítróttanavn og aðrar heiðurslønir í ítróttinum valdir á gallatiltaki, sum ÍSF skipar fyri í Müllers Pakkhúsi.

Í fjør fór Ítróttasamband Føroya undir at leggja ársins ítróttanavn í fasta legu. Ársins ítróttanavn 2018 og aðrar heiðurslønir vóru handaðar á tiltaki í Smæruni seint í januar 2019.
Tað hevur annars verið ógvuliga skiftandi, hvussu ársins ítróttanavn í Føroyum hevur verið valt. Onkrar av avísunum hava okkurt árið valt ársins ítróttanavn, og í nullunum og fram til 2013 valdi Útvarp Føroya, seinni Kringvarp Føroya, ársins ítróttanavn nærum á hvørjum ári.
Tað er ringt at finna nakað samlað yvirlit yvir, hvør er valdur til ársins ítróttanavn. Men svimjarin Pál Joensen vann tey flestu av árunum frá 2007 til 2013, um ikki øll árini.
Pál Joensen var eisini valdur til ársins ítróttanavn í 2013, og í tí sambandi stóðst nakað av kjaki um, hvør kann veljast til ársins ítróttanavn. 
Havrógvarin, Livar Nysted, kendi seg órættvíst útihýstan, tí at treytirnar fyri at verða tikin við í metingina var, at íðkarin skuldi hava umboðað Føroyar í einari siðbundnari ítróttagrein.
Sjálvur haldi eg ikki, at roysni, sum at rógva um høv og klintra niðan á fjøll, eiga at vera við, tá ið ársins ítróttanavn skal veljast. Í staðin kundi hóskandi verið ein heiður fyri ársins roysni.

Í fasta legu

Endin varð, at Kringvarpið gavst at velja ársins ítróttanavn, og ikki fyrr enn í fjør fór ÍSF aftur undir at velja ársins ítróttanavn, og samstundis varð tiltakið lagt í eina fasta legu. Umframt ársins ítróttanavn vóru ársins ítróttaátak og heiðursskjal Poul E. Petersens handað.
Í ár verða tríggjar nýggjar heiðurslønir handaðar, tað eru ársins ítróttasamband, ársins ítróttastjørnuskot og ársins ítróttafelagi.
Í leiðreglunum fyri ársins ítróttanavn stendur, at einstaklingar og lið kunnu veljast. Ársins ítróttanavn  skal hava gjørt vart við seg á altjóða stigi, og skal hava gjørt stór framstig og frambrot í síni ítróttagrein. Ársins ítróttanavn skal umboða føroyskt ser- ella menningarsamband undir ÍSF. Eisini ítróttagreinar, sum eru góðkendar av olympiska felagsskapinum IOC, sum ikki verða íðkaðar í Føroyum, kunnu vera við.
Í fjør gjørdist súkklarin Torkil Veyhe ársins ítróttanavn. Peter Hentze Niclasen fekk heiðursskjal Poul E. Petersens fyri drúgt og gott arbeiði í borðtennis. Og flogbóltsátakið, Flogbørn, varð valt til ársins ítróttaátak.

Hvør vinnur so í ár?

Tað er altíð torført at koma í tankar, um øll, sum hava gjørt um seg í ítrótti í einum ári. Men tvey nøvn renna mær til hugs.
Fyrst rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, sum hevur róð seg til olympisku leikirnar í Tokyo 2020 í bátaslagnum “einmans-skullara”, og tað má eftir føroyskum málistokki metast at vera eitt sera gott avrik.
Og síðan U17-dreingjalandsliðið í hondbólti sum ikki gjørdi mætari enn at vinna European Open fyri U17-landslið í Gøteborg í summar. Fleiri av bestu hondbóltstjóðunum í heiminum vóru við, og tað má metast at vera nakað heilt nýtt, at Føroyar basa fremstu tjóðum í einum liðítrótti. 
Eftir leiðreglunum er einki, sum forðar fyri, at eitt ungdómsítróttanavn verður valt til ársins ítróttanavn. Tað er tó kanska meira hóskandi, at U17-dreingirnir koma upp á tal at vinna ársins ítróttastjørnuskot.

Kann gerast til eitt sjónvarpstiltak

Tað er gott, at ÍSF er um at fáa ársins ítróttanavn í fasta legu, og vónandi kann tiltakið vaksa komandi árini, so at ítrótturin fær eitt tiltak átøkt tónleikatiltakinum FMA, har ársins tónleikanøvn verða vald í stórslignari beinleiðis sending í sjónvarpinum.
Okkara grannalond hava slík sjónvarpstiltøk, har ársins ítróttanøvn verða vald, og tá sleppa eisini einstaku ítróttagreinarnar at velja ársins ítróttafólk í síni ítróttagrein. Flestu sersambond í Føroyum velja ársins alt møguligt, so tað átti at borið til at samskipa eitt stórt tiltak, har allar ítróttagreinar og allir miðlar eru við.