Mynd: Hans Erik Danielsen - fsf.fo |
Fótbóltssambandi almannakunngjørdi á tíðindfundi í dag, at landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum komandi fýra árini verður sviin Håkan Ericson.
Hann er mest kendur fyri, at hann var venjari hjá svenska U21-landsliðnum, sum gjørdist evropameistari í 2015.
Håkan er sonur kenda svenska landsliðsvenjaran í 70-árunum, Georg "Åby" Ericson, sum førdi Svøríki til HM-endaspælið í 1974 og 1978.
Håkan byrjaði í venjarayrkinum í 1983, og hann var venjari hjá kenda svenska felagnum IFK Norkøping kappingarárið 2002/03. Tað gekst tó ikki so væl og endaði við niðurflyting. Håkan varð uppsagdur, og eftir tað tók hann ein steðg frá venjarayrkinum.
Hann arbeiddi tó fyri svenska fótbóltssambandi hesi árini, og í 2011 fór hann at venja U21-landsliðið hjá Svøríki. Við teimum vann hann, sum áður nevnt, EM í 2015.
Í 2017 valdi svenska fótbóltssambandið óvæntað at steðga samstarvinum við Håkan Ericson, sum eftir tað valdi at taka ein steðg frá øllum fótbólti.
Håkan Ericson duldi ikki, at hann var skuffaður, at hann ikki slapp at halda fram við U21-landsliðnum.
Håkan sjálvur og svenskir serfrøðingar høvdu torført við at finna eina frágreiðing, hví Håkan ikki slapp at halda fram. Men seinni helt Håkan, at hann møguliga hevði verið ov erligur.
- Møguliga havi eg verið ov erligur viðhvørt. Eg havi ikki verið nóg politiskur. Tað kann vera ein partur av tí. Eg var skuffaður, at ikki fáa A-landsliðið í boðið, men tú kanst ikki kritisera Janne Andersson (núverandi svenska landsliðsvenjaran), segði Håkan við svensku sjónvarpsrásina Kanal 5
Fyrr í ár væntaðu svenskir miðlar, at Håkan fór at gerast venjari hjá indiska landsliðnum. Men so varð ikki, og í dag vita vit so, at Håkan Ericson skal venja føroyska A-landsliðið komandi fýra árini.
Vit bjóða Håkan vælkomnum til Føroyar, og ynskja honum góða eydnu.