Sverri er størsta navnið í føroyskum ítrótti

Leygarkvøldið 28. desembur skipaði ÍSF fyri stórslignari hátíðarløtu í Müllers pakkhúsi, tá ið ítróttafólk vórðu heiðraði fyri teirra avrik.

Hesi vórðu heiðrað:
  • Ársins Ítróttahavn - Sverri Nielsen, rógvari
  • Ársisn Ítróttastjørnuskot - Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltleikari
  • Heiðursskjal Poul E. Petersen - Súsanna K. Hansen, hondbóltseldsál
  • Ársins Ítróttafelagi - Høgni Kunoy Dávason, taekwondoíðkari, -venjari, -stigtakari og m.a.
  • Ársins Ítróttasamband - Taekwondosamband Føroya
  • Ársins Ítróttaátak - Eydnudeild Føroya, hondbóltur fyri øll
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Sverri Sandberg Nielsen, Súsanna K. Hansen (Ussa), Høgni Kunoy Dávason, Vivian Guðjónson, forkvinna í Taekwondosambandi Føroya, Ólavur á Skipagøtu, abbi Elias á Skipagøtu, Murten Hust Pedersen, frá Eydnudeild Føroya, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og verji hjá ÍSF. (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)


Müllers pakkhús var karmur um tiltakið Ársins Ítróttaheiðurslønir (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Sverri er størsta ítróttanavnið

Sverri Sandberg Nielsen takkar fyri heiðurin Ársins Ítróttanavn (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Sverri Sandberg Nielsen hevur so væl og virðiliga uppiborið at verða heiðraður sum ársins ítróttanavn, og í veruleikanum var einki annað boð. Vit hava ikki havt slíkan ítróttamann, síðan Pál Joensen gavst at svimja fyri nøkrum árum síðan.

At rógva seg til olympisku leikirnar í einmans-skullara er ikki bara sum at siga tað. Rógving í einmans-skullara verður eisini mett at vera konga-greinin í rógving og kann samanberast við 100 metra renning í frælsum ítrótti, so hetta er ikki eiti á avrik hjá miðvinginum.

Mett verður eisini, at Sverri hevur góðan møguleika at vinna heiðursmerki í Tokyo komandi summar.

Sverri hevur arbeitt seg frá føroyskum kappróðri í Miðvági til heimselituna í rógving. 
Fyrst nøkur ár í inniróðri, og so til Danmarkar.

Ráðstyrkin var har, tá ið hann byrjaði at rógva í Danmark, men teknikkinum mátti arbeiðast við. Í dag er alt falli upp á pláss, og Sverri er yrkisrógvari fulla tíð.

Spell, at Sverri ikki kann rógva fyri Føroyar. Men vit hava ikki rógving í altjóða bátum í Føroyum, og í OL ber heldur ikki til at umboða Føroyar.

Elias úrmælingur av teimum sjáldsamu

Abbi Elias, Ólavur á Skipagøtu, tók móti heiðrinum Ársins Ítróttastjørnuskot fyri Elias (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Hann er heimsins besti hondbóltsleikari í 2002-árganginum segði, svenski U17 venjarin, tá ið Elias á Skipagøtu hevði leitt Føroyar til sigurs í European Open í Gøteborg í summar. Elias varð eisini valdur til besta leikara í kappingini, og tað varð hann eisini í Sparkassen Cup, sum U18-landsliðið luttók í nú millum jóla og nýggjárs.

Heimsins bestu lið vilja øll hava fatur á Eliasi. Umboðsmenn av ymiskum slag koma til Føroya at hyggja eftir honum, og hann hevur royndarvant í týskum felagi. 

Elias var seinasta kappingarár á elituakademiinum hjá Skaderborg saman við tveimum øðrum hoyvíkingum, Paula Jacobsen og Hákuni West av Teigum. Teir vunnu danska meistaraheitið og fleiri aðrar kappingar.

Elias valdi hetta kappingarárið at koma til aftur Føroyar, tí honum longdist eftir tíð góða lívinum í Hoyvíkshøllini.

Tí Elias er vaksin upp í Hoyvíkshøllini líka nógv sum heima við hús. Saman við beiggjanum, Róa, og systkinabørnunum við eftirnavninum Mittún er hvør fríløta brúkt í Hoyvíkshøllini, og sama um hurðar hava verið stongdar ella ikki, so hevur altíð eydnast teimum at koma inn í høllini at spæla teirra elskaða hondbóltsspæl.

Elias er framúr hondbóltsleikari, Dugir alt við bóltinum, øll sløg av skotum, hevur bólteyga sum fáur, og so dugur sera væl at seta tempo’ið í álopsspælinum. Hann livir og doyr fyri hondbólt, og í frítíðini hyggur hann eftir hondbóltssnildum á netinum, sum hann síðan fer niðan í Hoyvíkshøllina at læra seg.

Danska landsliðið roynir eisini at fáa fatur á Eliasi. Men sum abbin, Ólavur á Skipagøtu, segði, tá ið hann tók móti heiðurslønini fyri Elias, so hevur Elias undir samráðingum gjørt púra greitt, at hann fer at spæla við Føroyum og ongum øðrum. Tað kunnu vit fegnast um.


Ussa fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen

Ussa hevur í nógv ár gjørt eitt rimmar arbeiði í hondbóltsfelagnum Kyndli (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Súsanna K. Hansen, ella Ussa, sum hon vanliga verður nevnd, hevur alt tað eg minnist verið í hondbóltsfelagnum Kyndli. 

Hon er ein av teimum mongu í føroyskum ítróttalívi, sum ger stórt ósjónligt arbeiðið handan leiktjøldini.

Ussa hevur verið við í øllum arbeiði í Kyndli. Hevur hevur verið spælari, venjari, hjálparfólk og nevndarlimur. 

Høgni ger tað ómøguliga

Høgni Kunoy Dávason hevur hóast sín unga aldur bygt upp taekwondoítróttin í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Vit gjørdust øll kunnug við Høgna Kunoy Dávason, tá ið sjónvarpið fyri nøkrum árum síðan gjørdi ein sending um smádreingin úr Søldarfirði, sum hóast hann stríðist við sjúkuna Cystiska fibrosu, stovnaði sítt egnað Taekwondofelag á Skálafjørðinum, so at hann kundi íðka ítróttargreinina, sum hann hevur íðkað meðan hann og familjan búðu í Fjareystri

Høgni er nú 14 ár, og felagið á Skálafjørðinum er framvegis virkið. Hóast sín unga aldur, so gjørdist  Høgni í 2019 norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15-17 ár.

Taekwondosamband Føroya ársins samband

Vivian Guðjónson, forkvinna í Taekwondosambandi Føroya var ovurfegin um heiðurin (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Taekwondosamband Føroya er eitt nýtt menningarsamband undir ÍSF, sum varð stovnað í 2017. 

Sambandi hevur upp á stutta tíð fingið útbúnar dómarar, landsliðsvenjarar og fingið øll viðurskifti upp á pláss, so at føroyskir taekwondoíðkarar kunnu kappast undir føroyskum flaggi úti í heimi. Eitt megnar arbeiði má sigast.

17 taekwondoíðkarar hava svarta belti, og í 2017 gjørdist undangongudrongurin í føroyskum taekwondo, Høgni Kunoy Dávason, norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15-17 ár.

Hondbóltur fyri øll

Morten Hust Pedersen er stigtakari og drívmegin í Eydnudeildini (Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo)

Eydnudeild Føroya er hondbóltur fyri øll, sum ikki kunnu spæla vanligan hondbólt. Her er pláss fyri øllum.

Morten Hust Pedersen, hondbóltsvenjari, tók stig til Eydnudeildina í 2018 og hann er drívmegin í Eydnudeildini.

Undirtøkan hevur verið góð, og føroysku hondbóltspælararnir í Eydnudeild Føroya hava eisini verið uttanlands og spælt.

Av sonnum eitt frálíkt tiltak, sum er við til at ríka okkara samfelag.


Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroe Photo