Mynd: Harald Bjørgvin |
H71 - VÍF 25-21 (13-12), (H71 føroyameistari)
Tað eru longu nakrir dagar síðan, at menninir hjá H71 endurvunnu føroyameistaraheitið og samstundis vunnu greipuna.
Tað serliga er, at kvinnurnar hjá sigursvanda felagnum úr Hoyvík eisini vunnu greipuna nakrar dagar frammanundan, og tað er fyrstu ferð í føroyskari hondbóltssøgu, at bæði kvinnur og menn hjá sama felagi vinna greipuna.
Tíverri lá ikki fyri at síggja seinastu finaluna, og eg sá hana bara lutvíst á einum lítlum telefonskermi.
Tá ið VÍF kom fram um 6-1 eftir nakrar fáar minuttir, vóru helst fleiri, sum væntaðu eina fimtu og avgerandi finalu á bátastevnuni í Vestmanna. Men ein hondbóltsdystur er drúgvur og broytast skjótt, og longu í hálvleikinum førdi H71 13-12.
Í seinna hálvleiki fylgdust liðini til 15-15, og so fór H71 avstað. Tá ið VÍF so 15 minuttir inn í seinna hálvleik tók leikbrá við støðuna 19-15, var longu ov seint.
VÍF megnaði ongantíð eftir fyrstu átta minuttirnar av dystinum at fáa hol á krútsterku verjuna hjá H71, og H71 vann at enda eitt væl uppiborið meistaraheitið.
Fyrr í kappingini var ikki nógv, sum bendi á, at H71 fór at endurvinna meistaraheitið. Fleiri týðandi leikarar vóru sum vanligt farnir uttanlands, og eins darvaðu skaðar.
Liðið hjá hoyvíkingum er tó so við og við vorðið alsamt betri mannað. Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, kom heim úr Fraklandi. Krútsterku, Peter Krogh og Niklas Højgaard, gjørdust skaðaleysir, og styrktu bæði verju og álop munandi. Og blaðungi Rókur Ziskason gjørdist eisini skaðaleysur, og náddi at vísa hondbóltsføroyum, at hann hevur sera góð evnir koma sær gjøgnum eina hondbóltsverju.
Tvífalda greipan hjá H71 vísir okkum, at H71 framvegis er nógv fremsta hondbóltsfelagið í Føroyum.
Komandi ár missa bæði kvinnur og menn hjá H71 aftur nógvar leikarar, og so fáa vit at síggja, um felagið enn einaferð klárar at seta ungar leikarar við, so at kvinnur og menn enn einaferð fara at kappast meistaraheitini.
Úrslitini í FM-finalunum hjá monnum vóru hesi:
06.05.23 VÍF – H71 30-26
10.05.23 H71 – VÍF 28-21
13.05.23 VÍF – H71 28-31
17.05.23 H71 – VÍF 25-21