Rói Joensen
Sunday, May 21, 2023
Betri Deildin hjá monnum: HB - TB 4-0 (0-0)
HB hevði aftur trupulleikar av at vinna tann væntaða sigurin móti TB í Gundadali í dag. Men tá ið HB fekk hol á, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki eftir eitt brotsspark, var als eingin ivi um, at HB fór at fáa øll trý stigini.
Dysturin á FaroeSoccer >>
TB kláraði sum heild at halda HB frá tí heilt stóra fyri steðgin, og HB hevði somu trupulleikar í álopsspælinum sum so nógvar aðrar dystir hetta kappingarárið.
TB stóð langt afturi á vøllinum, og spælið hjá HB var ov nógv tvørturum til veruliga at seta TB undir trýst. Einastu ferð HB veruliga skapti ein møguleika í fyrra hálvleiki, var tá ið TB einaferð fór ov langt fram. Tað gav HB pláss at senda Mads Borchers avstað í skjótálop. Hann rak fram eftir í vinstru síðu og legði bóltin fyri føturnar á púra leysa Mikkel Dahl, sum rakti beint á málverjan.
Tað var heldur ikki nógv, sum bendi á, at HB fór at skora í seinna hálvleiki. Gaman í varð roynt at økja ferðina, men hugflogið manglaði framvegis.
Tað sýnist framvegis sum um eingin mitt á miðjuni hjá HB klárar at venda spælinum fram eftir og seta kós móti málinum. Í staðin verður bólturin spældur aftur til miðverjuna og so út í síðurnar, og tá var verjan hjá TB langt síðan komin upp á pláss.
Tað skuldi eitt brotsspark til at seta HB í gongd. At síggja til úr HB-húsinum, so var tað eitt av teimum bíligu brotsspørkunum, sum dómarin kundi havt latið vera við at døma. Onkur í HB-húsinum helt fyri, at nú var gott, at vit ikki høvdu VAR í Føroyum. Adrian Justinussen sendi brotssparkið trygt í málið.
Nú kom meira lív í HB. Áki Samuelsen, sum byrjaði á beinkinum í dag, var komin inn beint áðrenn fyrsta málið, og hann setti meira lív í álopsspælið hjá HB. Tað var sum høgra síða vaknaði, og Hanus Sørensen kom eisini meira við í álopsspælið í høgru síða.
Nakrar fáar minuttir eftir fyrsta málið fór TB ov langt fram, og eitt, tvey trý, so var HB í mótálopið, og endin varð, at Adrian skoraði sítt annað mál.
Nú var leyst og liðugt. Mikkel Dahl gjørdi tað til 3-0, og móti endanum sendi Mads Borchers eitt brotsspark í málið til úrslitið 4-0.
Skal HB bjóða KÍ av heilt upp í oddinum, so má álopsspælið hvessast. Tað manglar líka sum eitt konsept ella ein ætlan, og um hon er har, so riggar hon ikki ordiliga enn. Ov fáar renningar, sum bróta keturnar, ov fáar sendingar út í tómu rúmini, og sum heild ov seinur bóltumgangur.
Eitt annað er so, at tað eisini manglar veruliga orka í trýstspælinum og spælinum sum heild, til at veruliga at blása tey “veikaru” liðini av vøllinum.
Á tí positivu síðuni hevur HB megnað at tett fyri har afturi, har tað annars hevur verið alt ov lætt at skora móti teimum seinastu tvey árini.
TB klárar seg imponerandi væl við tí fólkinum teir hava. Stuttligt at síggja, at tað eru føroyingar sum eru á vøllinum, og teir standa als einki aftanfyri teir mongu útlendingarnar, sum TB hevur brúkt seinnu árini. Hetta tykist at vera ein nógv betri grundvøllur hjá TB at byggja á.
Skulu nakrir nevnast burtur úr hjá TB, eru tað tað tann hart arbeiðandi Jens Erik Bruun á høgra bakki, sum nú sær út til at hava fingið eitt sindur av rutinu eftir nøkur ár á besta liðnum, og so Aron Sørensen í miðverjuni, sum hóast vektin sær út til at vera nakað høg til fótbólt á høgum stigi, fekk fótin ella høvdið á tað mesta, sum nærkaðist málinum hjá tvørámonnum.
Hesaferð knógvaði HB tvørámonnum