Eftir tvær ferðir longda leiktíð tapti IK Sävehof við Eliasi á Skipagøtu og Óla Mittún á liðnum aðru finaluna um svenska meistaraheitið móti IFK Kristianstad 44-45. Liðini hava nú vunnið hvør sína SM-finalu. Tað verða í mesta lagi fimm finalur.
Sävehof var fyri tað mesta eini tvey mál aftan fyri heima í Partille í kvøld. Elias var sjálvandi í miðdepilinum. Hóast Elias skoraði 7 ferðir og legði upp til 1 mál, so spældi hann ikki heilt so væl sum fyrstu finaluna, brendi fleiri møguleikar og eitt brotskast. Harafturat hevði Kristianstad lisið væl upp á strikuinnspælingarnar hjá Eliasi.
Tá ið farið varð um hálvan seinna hálvleik, var Elias óheppin í einum gjøgnumbrotið. Hann fekk eitt skump, skoraði kortini, men tíverri so hamraði hann høvdið niður í gólvið. Eftir viðgerð eina løtu á vøllinum, gekk Elias av vøllinum og fór beint í skiftirúmið við hjálparfólkunum. Elias kom ikki aftur á vøllin, men sjónvarpsmyndirnar vístu, at hann sat á beinkinum við einum ísposa á pannuni.
Óli tók nú stýripinnin hjá Sävehof, og hann átti avgerandi leiklut í, at Sävehof kom upp á javnt, og tá ið fá sekund vóru eftir, spældi hann strikuna leysa til javnandi málið 33-33.
Hóast bara trý sekund vóru eftir, eydnaðist Kristianstad at fáa bóltin í málið. Men eftir tríggjar minuttir varð staðfest, at tíðin var farin, áðrenn bólturin var í málinum.
Í fyrsta umdystinum var Sävehof sera nær við at vinna. Teir førdu við tveimum málum, tá ið ein minuttur var eftir. Men Sävehof smitaði bóltin burtur og brendi eitt skot, meðan Kristianstad skoraði tvær ferðir.
Í seinna umdystinum kom Kristianstad skjótt fram um við tveimum málum og hildu munin har. Endin var, at Kristianstad vann 45-44.
Óli var millum bestu leikarar á vøllinum og skoraði 7 ferðir og spældi til 5 mál.