Her skal Stórhøllin byggjast


Í løtuni grevur Articon út fyri nýggju Stórhøllini úti í óbygdum í Hoyvíkshaganum. Økið er við Stórutjørn nakað omanfyri ruskstøðina á Hjalla beint við nýggja innkomuvegin til Havnar.

Hetta er ikki staðið, har Stórhøllin upprunaliga var teknað, tí tá var høllin teknað í Hoyvík millum rundkoyringina ovast á Løgmannabreyt og nýggja kirkjugarðin í Hoyvík.

Á einum gongutúri eftir komandi innkomuvegnum farna sunnudag, tá ið Articon helt frí, fann eg staðið har Stórhøllin skal byggjast. Á myndini omanfyri sæst, hvar høllin verður..

Articon er farið at grava út fyri nýggju Stórhøllini (mynd: articon.fo)

Høll til frælsan ítrótt og fótbóltshøll

Í fundarfrágreiðing frá býraðsfundi 23. februar verður sagt, at ætlanin eisini er at brúka økið til tvær aðrar hallir, eitt nú høll til frælsan ítrótt og fótbóltshøll.

Hugsanin er, at tær tríggjar hallirnar skulu fáa gagn av hvørjari aðrari. Her verður millum annað hugsað um parkeringsviðurskifti.

Stórhøllin verður bygd, har sum reyði prikkurin er

2700 áskoðarar til hondbóltsdyst

Á heimasíðuni hjá Føroya Arena, verður høllin lýst sum ein høll, sum kann hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum av alskyns slag – og ikki minst eina høll, sum hevur altjóða góðkenning til at vera heimavøllur hjá einum stórum parti av innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Sum dømi verður nevnt, at í Stórhøllini verða 2700 sitipláss til hondbóltsdystir, 3600 sitipláss til konsertir og 4600 standipláss til konsertir.

Høllin verður nærum akkurát líka sum Volda Campus Sparebank 1 Arena í norska býnum Volda.

Eftir ætlan skal Stórhøllin verða liðug í januar 2025, og fyri nøkrum døgum síðan varð útskrivað navnakappining, fyri nýggju Stórhøllina við Stórutjørn.

Articon er komið væl í gongd at grava út

Tilgjørd mynd av heimasíðuni arena.fo (ikki rættað staðseting)

Á heimasíðuni arena.fo er nógv tilfar um nýggju Stórhøllina

Stórhøllin verður líka sum Volda Campus Sparebank 1 Arena í Noregi

Hondbóltsdystur í Volda Arena

Stórhøllin liggur væl fyri og hava flestu føroyingar minni enn hálvan tíma til høllina