So var HB-spæl aftur at síggja í Gundadali


Betri Deildin Menn: HB - EB/Streymur 6-1 (4-0)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

Mótstøðan, sum illa mannaða liðið hjá EB/Streymi veitti í dag, var kanska ikki nógv at reypa av. Men HB spældi fyri fyrstu ferð, síðan meistaraárið 2020 nakað, sum minnir um frálíka undirhaldandi spælið, sum vit fyrst sóu undir Heimi Guðjónssyni og síðan undir Berthel Askou.

Í dag sóu vit skjótar bóltflytingar, nógvar renningar, langar neyvar tvørsendingar og trýstspæl, sum líktist nøkrum.


Nógvir av spælarunum, sum enn eru í HB, dugdu alt hetta undir Heimi og Berthel, men teir venjararnir, sum hava verið í Føroya mest vinnandi felagið síðan 2020, hava so avgjørt ikki duga at fingið fram tað, sum tey í HB-húsinum kalla HB-spæl.

Higartil hava vit heldur ikki sæð stórvegis broytingar undir Jákupi Martini Joensen. Men í dag hendi okkurt, sum vónandi kann geva okkum HB-arum eina vón, um meira undirhald í komandi tíðum.

Frá byrjan av í dag gekk spælið skjótt. Miðverjarnir fluttu bóltin skjótt, á seksaranum fordeildi Emil Berger bóltin sera væl, úti í høgru síðum herjaðu Áki Samuelsen og Hanus Sørensen ótroyttiliga, og vinstru megin vísti Adrian, at hann er best, tá ið hann hevur útgangsstøðið út í síðuni.

Tað mest týdningarmikla var at spælið gekk skjótt, og nógvar renningar vóru allar vegir, bæði í djúpdina og tvørtur um vøllin.

Alt hetta riggaði serliga væl í fyrra hálvleiki, og leiðsla á 4-0 var ikki eitt mál ov stór. HB vassaði í møguleikum. Adrian Justinussen skoraði tvey mál fyri steðgin. Áki Samuelsen og Jákup Thomsen skoraðu hvør sítt.

Í seinna hálvleiki fór gassið eitt sindur út ballónini hjá HB. Nógvar útskiftingar vóru framdar, tvær í hálvleikinum og tríggjar eftir eitt korter.

EB/Streymur, sum als ikki koma á vøllin í fyrra hálvleiki, hevði helst fingið nøkur álvarsorð frá Sigfríði Clementsen í skiftirúminum. Teir stríddust í hvussu er nógv meira eftir steðgin, og HB fann ongantíð tað ordiliga flótandi spælið aftur.

Úrslitið gjørdist 6-1. Dan í Soylu skallaði til 5-0, Niels Pauli Danielsen minkaði til 5-1 við brotssparkið, áðrenn Adrian staðfesti 6-1 sigurin við einum frálíkum frísparki.

EB/Streymur má bara gloyma hendan dystin sum skjótast, og ongantíð fara aftur á vøllin við so vánaligum hugburði.

Meðan uppgávan hjá HB verður at yvirføra nakað av hesum spælinum til teir stóru dystirnar móti B36, Víkingi og serliga KÍ. Tað er helst lættari sagt enn gjørt. Men vit vita, at hesir leikararnir megna at spæla við nógvari ferð og neyvleika, og nú eru í hvussu er vónir um, at HB-húsið aftur sleppur at síggja veruligt HB-spæl.