10 toftamenn argaðu HB

 
Betri Deildin Menn: B68 - HB 0-0 (0-2)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

B68 gav HB góða mótstøðu á Svangaskarði í dag. Men eitt rætt dømt reytt kort seint í fyrra hálvleiki gjørdu uppgávuna enn truplari hjá toftamonnum, sum kortini hildu stand hálvan tíma inn í seinna hálvleik. Tá var Mohamed Samba óheppin at skalla bóltin í egið mál, og nakrar minuttir seinni avgjørdi Mikkel Dahl dystin.


Samandráttir úr Betri Deildini á heimasíðuni hjá Televarpinum >>


Nú Tórshavn Marathon stongdi bæði Eysturoyartunnilin og vegin inn eftir Kaldbaksfirði, máttu havnarmenn antin koyra tann langa vegin ella sigla inn á Toftir. Kortini høvdu heilt fitt av HB-viðhaldsfólkum leita sær á Svangaskarð.

Eftir góða spælið hjá HB móti EB/Streymi seinasta vikuskifti, høvdu tey flestu helst væntað, at HB fór at verða greitt omaná á Toftum. Soleiðis var tó ikki beinanvegin, og tað eydnaðist B68 við kropsligum spæli at órógva samanspælið hjá HB nógv. Vindurin og turri vøllurin gjørdu tað heldur ikki lættari hjá HB at spæla.

Áðrenn HB spakuliga tók yvir spælið, hevði B68 okkurt gott kontraálop, og í tí eina førinum vóru tey í B68 ógvuliga ónøgd við dømingina, tá ið Samuel Chukwudi steðgaði Boubacar Dabo beint uttanfyri brotsteigin, men dómarin dømdi einki.

Í heila tikið eydnaðist taktikkurin hjá B68 og Jákup á Borg væl. Menn vóru uppsettir, stríddust, drýggjaðu tíðina, brúktu seg og royndu eisini at fara í álop, tá ið høvi beyðst. Eisini áskoðararnir hjá B68 gjørdu sítt og royndu at leggja trýst á dómarin hvørja ferð høvi var til tað.

HB hevði sum fyrri hálvleikur leið bóltin alsamt meira. Hóast nakrir møguleikar spurdust burtur úr, so hekk spælið ikki ordiliga saman. Spælið var ov stirvið, ov fáar flytingar uttan bólt millum keturnar og ov lítið hugflog. Tað var ikki sørt, at HB saknaði skapandi spælið hjá Adrian Justinussen, sum ikki var við í dag.

Beint fyri steðgin tók dysturin eina avgerandi vend, tá ið Dabo í einum nærdysti sló Viljorm Davidsen og fekk eitt uppiborið reytt kort. Tað vóru sjálvt toftafólk, sum høvdu hugt eftir støðuni á Televarpinum, samd í.

Seinni hálvleikur var eitt drúgt HB-álop, men tað hendi ikki tað stóra, hóast nakrir rímiliga stórir møguleikar spurdust burturúr.

Tá ið eingin HB-ari kláraði at fáa bóltin í málið, ja, so mátti eitt sjálvmál til. Mohamed Saba var óheppin at skalla eitt hornaspark í egið mál, og so fekk HB hol á.

Løtu seinni var dysturin avgjørdur. Kanska besti maður hjá HB í dag, Ari Mohr Jónsson, brúkti ferðina, rak til baklinjuna vinstru megin og legði bóltin flatt inn til annars ósjónliga Mikkel Dahl, sum gjørdi tað sum hann dugir best, og so var 2-0.

HB er við sigrinum framvegis nummar tvey í í tvídysti við B36, um at hanga í KÍ, sum er sjey stig framman fyri HB. Júst HB og B36 hittast komandi leygardag.

Óvæntaði sigurin hjá TB á Eiði í dag ger, at B68 er enda í niðurflytingarstríðnum, har einans tvey stig skilja B68, EB/Streym, ÍF og TB. B68 spælir næsta leygardag móti EB/Streymi, sum tykist at vera í fríum falli í løtuni.