Framúr fríspark avgjørdi deydligan grannadyst

Betri Deildin Menn: HB  - B36 1-0 (0-0)
Dysturin í tølum á FaroeSoccer >>

Tað sá út til, at einki mál fór at verða skorað í Gundadali, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla av grannadystinum millum HB og B36. Men við einum dreymafrísparki sendi Mads Borchers bóltin í málhornið, og so vann HB enn einaferð móti B36, sum ikki hevur vunnið móti HB í fleiri ár.

Samandráttir úr Betri Deildini á heimasíðuni hjá Televarpinum >>


Sæð burtur frá frísparkinum, sum avgjørdi dystin, var ikki talan um ein minniligan grannadyst.

HB byrjaði betri og hevði bóltin alla tíðina fyrsta korterið. B36 tyktist at meta seg at vera tað verra liðið, og lá bara á egnari hálvu og bíðaði eftir HB. HB skapti tó ikki tað stóra og hevði bert hendinga roynd á málið allan fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki leikti javnari á, og eina løtu hevði B36 yvirvág. Tað var tó framvegis HB sum hevði bóltin mest, men spælið gekk ov seint, og bólturin varð fyri tað mesta spældur tvørtur um og aftureftir. Tað var bara til hendinga hálvar møguleikar, nakrar til hvørt liðið.

Meðan álopsspælið hjá HB heldur fram at vera ov stirvið til veruliga at hugtaka kræsnu viðhaldsfólkini hjá HB, so munnu viðhaldsfólkini hjá B36 vera minst líka ónøgd við manglandi viljan at spæla álopsfótbólt og fara eftir sigrinum í einum grannadysti. Bæði liðini mugu bøta nógv um góðskuna í spælinum, um tey veruliga ætla at hótta KÍ.

Tá alt kemur til alt, so leggja tey flestu í HB líka í spælið í dag, tí móti B36 ræður bara um at vinna, og tað gjørdu teir reyðsvørtu leygarkvøldið.

HB hongur við sigrinum í KÍ, sum er sjey stig framman fyri. B36 er nú fýra stig aftan fyri HB og er fyribils úti úr meistarastríðnum.