Sasha kom ov seint inn

Mynd: Harald Bjørgvin
HM-U21, fjórðingsfinala: Føroyar – Serbia 12-17 (27-30)
Sum so ofta hjá føroyskum ítróttafólkum, so skuffaðu okkara U21-hondbóltsspælarar, nú øll tjóðin var steðgað upp at fylgja við fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum.

Eftir ein vánaligan fyrra hálvleik megnaðu Føroyar við innskifta málverjanum Sasha Lacok á odda at fáa ein ávísan spenning í dystinum. Men vit komu ongantíð nærri enn tvey mál, og Serbia vann at enda 30-27.

Dysturin á heimasíðuni hjá IHF

Føroyar spældu ein vánaligan fyrra hálvleik, bæði í verju og álopi. Verjan hevði sera trupult við at fáa fatur Serbisku skjúttunum, og í málinum hevði Pauli Jacobsen ikki ein av sínum bestu døgum.

Serbar høvdu lisið væl upp á og lukkaðu væl fyri okkara vinstru álopssíðu, har Elias á Skipagøtu plagar at gera sum honum lystir. Samstundis forðaðu serbar fyri, at Hákun fekk bóltin á høgra veingi, og tað førdi til, at okkara menn fingu sera gott pláss at leypa á á høgra bakki, men tíverri so brendu vit alt ov illa. Í hálvleikinum var støðan 17-12 til Serbia.

Gongdin helt fram fyrst í seinna hálvleiki, og dysturin tyktist næstan avgjørdur, tá ið Serbia legði seg fram um við átta málum.

Nú tók dysturin eina vend. Langt um leingi funnu okkara venjarar út av at royna Sasha í málinum, og hann vísti beinanvegin, at hann einki stendur aftan fyri Paula. Tað var heilt løgið, at venjararnir ikki gjørdu hesa broytingina áðrenn, tá ið hugsað verður um, at lítil munnur hevur verið á teimum hetta endaspælið.

Bjargingarnar hjá Sasha settu lív í føroyska liðið. Verjan reistist við málverjanum, og tað kom eisini meira ferð á álopsspælið. Munurin kom niður á trý fýra mál, og har helt munurin sær í leingi.

Tíverri so hildu føroyingar fram at brenna nógvar møguleikar á høgra bakki, og tað gjørdi, at okkara hetjur ongantíð komu nærri enn tvey mál, hóast møguleikin var har einar tvær ferðir.

Endin var, at Serbia vann 30-27, og skuffilsið eftir dystin er líka stórt sum vónirnar áðrenn dystin.

Eftir stendur tó, at hondbólturin í Føroyum í løtuni er á hægri altjóða stigi enn nøkur onnur føroysk ítróttagrein nakrantíð hevur verið.

Ósigurin í dag vísir okkum samstundis, hvussu trupult tað er at koma heilt upp á ovasta tindin í millumtjóða ítrótti. Tað hava svimjarin, Pál Joensen, og rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, áður sannað, og tað sannaðu U21-dreingirnir í hondbólti í dag.

Nú er bara at arbeiða víðari fram móti EM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi í januar 2024. Tá verða fleiri av U21-landsliðsleikarunum aftur lyklaleikarar, og vónandi hava teir lært nógv av at vera við í hesum endaspælinum.