... har pengarnir fólkið flyta

Fótbólturin er undir hóttan av arabiskum pengum, og gloymt tykist fagra prátið um mannarættindi, sum var í sambandi við HM-endaspælið í Katar í desembur í fjør. Í gjár brast bumban, at arabisk feløg royna at keypa fleiri leikarar úr Liverpool. Mitt í øllum rokanum er Jordan Henderson, okkara liðskipari, ímyndin og stríðsmaðurin fyri mannarættindi, líka inntil nú.
------------------

“Ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta”, soleiðis sang Kári P á útgávuni Vælferðarvísum fyri 45 árum síðan, og orðini hjá Hanusi Kamban hóska ógviliga væl til støðuna í dagsins toppfótbólti, og heiti á sanginum, “Sangur um flyting”, hóskar eisini væl, nú arabiskir pengar flyta alsamt fleiri góðar leikarar til Saudi Pro League. Ikki tað - pengar hava í áratíggju verið stórur partur av toppfótbólti, og vit eru eisini vorðin von við, at alheims ríkmenn spæla sær við at keypa stórfeløg í Evropa.

Vit vita eisini, at eingin formár sær nakað móti pengunum. Stórfeløgini Manchester City, Paris Saint German og nú eisini Newcastle eru ogn hjá arabiskum statum, og hóast ákærur í hópatali um brot á reglurnar um fíggjarligt rættvísi, so megna fótbóltsfelagsskapirnir UEFA og FIFA einki móti arabisku pengunum, sum hava ráð til teir bestu advokatarnir í heiminum, sum gera at tú vinnur sakarmál.

Eisini vita vit, at aðrar ítróttagreinar eru undir hóttan av arabiskum pengum, og m.a. er ein arabiskur golftúrur, sum álvarsamt hóttir etableraða golfheimin.

Saudi Pro League
Søgan um Saudi Pro League byrjaði, tá ið Cristiano Ronaldo skifti til arbiskan fótbólt. Tað hildu vit ikki vera so løgið. Ein maður, sum dyrkar seg sjálvan, á veg móti endanum av yrkisleiðini, sum ynskir at tjena nógvar pengar.

Í summar eru so fleiri aldrandi leikarar farnir til Arabia, og eisini onkur yngri inn í millum. Roberto Firmino er ein teirra, sum er farin eftir pengunum í Saudi Pro League. Eisini skelkaði okkara legenda, Steven Gerrard, sosialistiska býin Liverpool og fjepparar hjá Liverpool FC, tá ið hann í seinastu viku gjørdist venjari hjá einum arabiskum felagi.

LGBT-stuðulin Hendo skiftir til torturland
Men tað var ikki fyrr enn hósdagin, at vit Liverpoolviðhaldsfólk og fótbóltsheimurin sum heild, gjørdust veruliga skelkað. Nú var okkara liðskipari, ímyndin av stríðsviljanum í Liverpool seinnu árini og  enski landsliðsleikarin, Jordan Henderson, brádliga á veg til pengarnar í Saudi Arabia. Heili 700.000 £ um vikuna. Ja, tú læs rætt, einar 6 milliónir krónur um vikuna, sum er fýra ferðir so nógv, sum hann fær í Liverpool. Eisini Fabinho sigst møguliga at vera á veg til Arabia.

Gaman í gera vit øll alt fyri pengar. Í Føroyum fara bestu leikararnir til KÍ, tí teir gjalda mest. Flest øll okkara skifta arbeiði, um onkur bjóðar okkum meira løn, og pengar kunnu fáa bæði familju og bestar vinir at klandrast. So kanska er tað ikki so løgið, at toppfótbóltsleikarar gera tað sama, hóast vit halda, at teir tjena ríkiligt frammanundan. Sum tey siga í Onglandi, “money talks”.

Tað, sum veruliga pínir, er, at leikarar, sum framvegis hava nakað at geva Liverpool, brádliga skulu eitast at ynskja seg burtur at spæla fyri blóðpengar í einum landi, har forfylging, torturur og hálshøgging eru dagligur kostur. Og tað sum pínir allarmest er, at ein av heitastu mannarættindastríðsmonnum í dagsins toppfótbólti, okkara liðskipari í mong ár, Henderson, vil droppa enska landsliðssessin fyri arabiskar pengar.

Henderson, sum hevur gingið á odda at stríðast fyri rættindum hjá LGBT-arum og við stoltleika hevur borið alabogaliðskiparabandið. Tað liðskiparabandið sleppur Hendo sjálvandi ikki at brúka í Arabia, og tað er lítið at ivast í, at stóra stjørnan, sum Henderson hevur havt millum Liverpoolviðhaldsfólk fer at vikna sera nógv, um pengarnir flyta liðskiparan til Arabia.

Ein Liverpool-LGBT-felagsskapur hevur tala at møguligu ætlanunum hjá Hendo, og vónandi er einki í søgunum, men sjáldan stendst roykur á ongum eldi.

Setur Liverpool í ringa støðu
Stóri trupulleikin er tann etiski og menniskjaligi, har arabisku londini keypa sær stuðul fyri sínar blóðpengar. Men tað verður eisini ein stórur trupulleiki fyri Liverpool og evropeiskan fótbólt, um góðir leikarar velja stórar pengar í eini verri deild fram um fótbólt á hægsta stigi.

Sum støðan er beint nú í Liverpool, hava vit ikki ráð at missa leikarar sum Henderson og Fabinho, sum hava verið fastir á miðjuni í nøkur ár. Gott nokk skal miðvøllurin hjá Liverpool endurskipast, og Hendo er helst farin um tað besta. Men nú Milner er farin, hevur Liverpool brúk fyri Hendo at halda liðnum saman. Eisini Fabinho hevur framvegis nógv at geva Liverpool. Skuldu bæði Hendo og Fabinho farið, so verður eitt rimmar tómrúm á miðvøllinum hjá Liverpool, sum kann gerast sera tungt hjá nýkeyptu Dominik Szoboszlai og Alexis Mac Allister at fylla.

Fótbólturin verður tikin frá fólkinum
Leikaraflytingar til Arabia er bara seinasta hóttanin móti fótbóltinum, sum vit kenna hann. Tað einfalda spælið við ellivu monnum á hvørjum liði er um at hvørva. Eitt eru pengarnir, sum oyðileggja nógv, eitt annað er VAR, eitt triðja er hóttanin at stovna nýggjar pengasterkar deildir, og aðrar broytingar ljóða eisini til at vera á veg komandi árini.

Alt hetta flytur fótbóltin longri og longri frá siðbundnu fótbóltsviðhaldsfólkunum, sum dáma at síggja ein góðan spennandi fótbóltsdyst. Nú verður fótbólturin til tað bera lættisoppa sjónvarpsundirhald, sum handlar meira um pengar enn ítrótt.

Vónandi er einki í søgunum, og vónandi verða bæði Henderson og Fabinho verandi í Liverpool. Alt annað er eitt afturstig fyri fótbóltin.

Eg fari ongantíð at fylgja við arabiskum fótbólti, og hevði eisini gjarna vilja sloppið undan blóðpengunum í Manchester City, Paris SG og Newcastle.