HB fekk ferð á spælið í seinna hálvleiki

Betrideildin menn: HB - AB 5-0 (2-0)
Eftir enn eina skuffandi luttøku í Evropa og higartil eitt nokk so skuffandi kappingarár, spældi HB aftur betrideildar fótbólt í Gundadali í dag. Argjamenn komu heim til Havnar at spæla móti stórfelagnum úr Havn, og eftir góðu gongdina seinastu tíðina var kanska hugsandi, at AB fór at arga HB.

Dysturin á FaroeSoccer

Dysturin á dystir.fo

Fyrsta partin av dystinum var heldur einki, sum bendi á, at HB fór at fáa tað lætt. Gaman í hevði HB bóltin alla tíðina. Men trupulleikin hjá HB var tann sami sum seinasta árini. Tað tyktist framvegis ikki at vera nøkur ætlan við álopsspælinum, sum eisini gekk alt ov seint fyri seg, so argjamenn næstan ikki nýttust at renna fyri at verja fyri.

Soleiðis fóru fyrstu 15-20 minuttirnir, og tað var ógvuliga sigandi, at tá ið HB einaferð fekk eitt hornaspark og møguleika at leggja bóltin inn fyri, so tóku teir eitt stutt hornaspark, sum fóru út í einki.

Spakuliga fekk HB kortini eitt sindur meira framdrift í spælið, og málverjin hjá AB, Antonio Barelli, kom nakrar ferðir væl út og bjargaði.

Tað lítla trýstið, sum HB nú legði á verjuna hjá AB, førdi til nøkur hornaspørk, og tríggjar minuttir fyri tíð, sendi Viljormur Davidsen bóltin í høvdi á Mikkel Dal, og so var 1-0.

AB sendi eitt langskot á yvirleggjaran. Síðan gjørdi Adrian Justinussen tað sama í hinum endanum við einum frísparki, áðrenn hann við einum góðum langskoti úr vinstru síðu noyddi málverjan at bjarga bóltin út til Hanus Sørensen, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Tað sá út, sum venjarin hjá HB, Jákup Martin Joensen, hevði tosað við stórum stavum í steðginum, tí nú fór HB at flyta bóltin skjótt, og harafturat vóru nógvar smáar sendingar inn millum verjuketurnar hjá AB, sum hevði verri og verri við at verja fyri. Men hóast betri HB-spæl, so náddi Brian Jacobsen hjá AB, at senda eitt hart skot á yvirleggjaran, áðrenn HB endaliga avgjørdi dystin.

Ein tími var spældur, tá ið dagsins leikari, Hanus Sørensen, í einum skjótum mótálopi, sendi eitt langskot í eini 20 metrum, og bólturin fór hart inn við nærmastu stong. Hetta málið hjá Hanus minti nógv um eitt, sum hann skoraði í Gøtu fyrr í ár.

Nú hevði HB fullkomiligt tamarhald. Áki Samuelsen gjørdi tað til 4-0 eftir eitt frálík álop, og Jákup Thomsen gjørdi tað til 5-0. Hanus Sørensen átta næstseinasta fót á báðum teimum seinastu málunum.

Fyri HB ræður nú um at halda fast í skjóta álopsspælinum í seinna hálvleiki. Eftir at hava spælt uttan nakra greiða álopsætlan í minst hálvtannað ár, eru seinastu dystirnir av og á glottar at hóma.

Sum viðhaldsmaður hjá HB haldi eg, at HB nú eigur at halda fast í Jákupi Martini Joensen sum venjari, og so má hann saman við einum fysiskum venjara syrgja fyri at fáa evnaríku leikararnar hjá HB at verða so væl kropsliga fyri, at teir kunnu geva KÍ eitt sindur meira mótstøðu komandi kappingarár. Sum eg síggi tað, hava leikararnir hjá HB ikki verið veruliga væl fyri kropsliga, síðan meistararárið 2020, og tað er um at vera langt síðan.

Hjá AB er næsti dystur meira týðandi enn hesin. Leygardagin kemur EB/Streymur út á Argir at spæla, og tá kann AB við einum sigri koma undir liðina á sundalagsmonnum. Tað var helst eisini orsøkin til, at AB spardi onkrar leikarar í dag.