Eingin ger nakað við KÍ, og vit kunnu staðfesta, at KÍ hevur beina kós móti FM triðja árið á rað.
Nógv hevur verið tosað um, at KÍ ikki er líka gott í ár sum í fjørð. Men higartil hava gjørt slætt borð í bestu deildini, og hava einans tapt fyri B36 í steypakappingini.
HB mátti næstan vinna hendan dystin fyri at fylgja KÍ. Teir máttu í øllum førum ikki tapa. KÍ kundu gott liva við javnleiki.
Talan gjørdist ongantíð um nakran góðan dyst, og higartil í ár hava oddaliðini ikki spælt við sama neyvleika og orku, sum tey allarbestu liðini undanfarnu árini, har serliga HB og KÍ tey bestu árini hava lyft bestu føroysku deildina upp á nýtt stig..
Fyrri hálvleikur var ikki nógv at skriva heim um. HB hevði helst lítla leikliga yvirvág. Men eins og tað hevur verið higartil í ár, so varð fyri tað mesta spælt tvørtur um, og tað var lætt hjá altíð væl skipaða og sera kropsligt sterka KÍ-liðnum at steðga álopunum hjá HB.
Nýggi venjarin hjá HB, Jákup Martin Joensen, hevur enn ikki gjørt tær stóru broytingarnar, og tí eru trupulleikarnir teir somu. Serliga miðvøllurin sær út til at hava trupulleikar fram eftir vøllinum. Leikararnir á miðvøllinum er smáir í hædd, og tá ið eitt so sterkt til, sum KÍ er mótstøðuliðið, so sær út til, at miðvøllurin hjá HB smokkar undan. Ein loysn kundi verið, at fingið Heðin Hansen fram á miðvøllin, nú Samuel Chukwudi og Hørður Askham eru um at gerast klárir.
Sjálvur haldi eg eisini, at royndin at brúka Adrian Justinussen sentralt higartil ikki hevur riggað nóg væl. Í mínum optikki riggar Adrian betri í síðunum, har hann fær meir vinkul á sendingarnar.
Meðan HB spælir uttan framdrátt, so setir KÍ altíð kós móti málinum. Hóast tað var lítið um KÍ fyri steðgin, so vóru teir vandamiklari enn HB. Einar tvær ferðir, tá ið HB gjørdi óneyvar sendingar har afturi á vøllinum, setti KÍ beina kós móti málinum, men seinasti neyvleikin manglaði. Einu ferðina sendi Árni Frederiksberg eisini eitt fríspark á tvørtræið.
Í seinna hálvleiki kom KÍ longri fram á vøllin, meðan HB fyri tað mesta var sjáldsamur gestur á KÍ-hálvuni.
Tá ið KÍ sleppur at loypa á so leingi, so skora teir. Teir hava nevniliga leikarar við X-faktor. Árni Frederiksberg dugir at sparka ein bólt sum fáur, og Páll Klettskarð dugir at skora. Teir vóru eisini við í málinum. Árni sendi hornaspark innfyri, umvegis aðrar leikarar endaði bólturin hjá Pálli, og so var 1-0 til KÍ.
71 minuttir vóru spældir, og HB helt fram at spæla tvørtur um. Útskiftingarnar hjá HB høvdu í seinna hálvleiki verið líka menn fyri líka menn. Hørður Askham fyri Heðin Hansen, og Matthias Præst fyri Henrik Emil Berger, og tí broyttist spælið lítið.
Ikki fyrr enn allarseinastu løtuna royndi HB veruliga at fáa bóltin fram eftir, og tað varð til ein stóran møguleika. Bólturin var sendur inn fyri, og har skallaði innskifti Jákup Thomsen bóltin skeivu megin stongina.
Harvið kom KÍ gjøgnum dystin nærum uttan, at 49 ára gamli Geza Turi, sum stóð í mál hjá KÍ í dag, fekk eitt einasta skot á seg. Einaferð í fyrra hálvleiki, kom bólturin eitt sindur tilvildarliga beint á hann, og tað var tað.
KÍ er á meistarakós, og í løtuni er sera torført at fáa eyga á, hvør skal koppa teimum. HB hinvegin má heim at hvessa álopsspælið og lyfta alt spælið sum heild upp á hægri stig.