H71 á meistarakós


Mynd: Harald Bjørgvin

Burn Deildin, 3. FM-finala
VÍF – H71 28-31 (8-14), (støðan er 1-2, eftir 3 finalur av 5 møguligum)

H71 vann triðju FM-finaluna hjá monnum og kann nú gerast føroyameistari annað árið á rað, um teir vinna á VÍF í fjórðu finaluni í høllini í Hoyvík mikukvøldið.

VÍF royndi seg í triðju FM-finaluni við somu uppskrift í álopinum, sum ikki riggaði í aðru FM-finaluni. Heldur ikki hesaferð riggaði, og tí eydnaðist H71 at avgera dystin, áðrenn venjararnir hjá VÍF vaknaðu, og royndu okkurt annað.

Stirvna álopsspælið hjá VÍF gjørdi, at VÍF einans skoraði 7 ferðir fyri steðgin, meðan H71 við Róa á Skipagøtu og Peter Krogh á odda skoraðu 14 ferðir í hinum endanum.

Munurin á hesari triðju finaluni samanborið við aðra finaluna, var, at VÍF royndi og stríddist fyri at berja seg inn í dystin aftur, og hóast tað sá svart út í hálvleikinum, so var nær við, at tað eydnaðist at seta veruligan spenning í dystin.

Tað, sum vísti seg at hjálpa hjá VÍF, var at ungi Tróndur Johnson koma á vøllin at stýra álopsspælinum, sum fekk nógv meira ferð og hugflog yvir seg. Eisini kom nógv meira ferð á mótálopini hjá VÍF, nakað sum hevur eyðkent VÍF í fleiri ár, men ikki hevur verið so eyðsýnt hetta kappingarárið.

VÍF fekk, tá ið 8 minuttir vóru eftir, minkað munin niður í trý mál. Men nærri kom VÍF ikki. VÍF hótti við at nærkast meira, men m.a. nakrar týðandi bjargingar hjá Paula Jacobsen gjørdu, at H71 vann ein væl uppibornan sigur

H71 sær í løtuni út til at stýra beint móti meistaraheitinum. VÍF má í hvussu er koma við meira hugflogi til Hoyvíkar mikukvøldið, bæði frá leikarum og venjarum.