VÍF kom ongantíð til Hoyvíkar



Burn Deildin, 2. FM-finala
H71 - VÍF 28-21 (13-8), (støðan er 1-1, eftir 2 finalur av 5 møguligum)

Sum vestmenningur var ikki stuttligt at vera til aðru FM-finaluna í høllini í Hoyvík mikukvøldið. VÍF var als ikki til staðar, og sjáldan um ikki ongantíð hevur eitt lið avrikað so vánaligt í einari FM-finalu. 

H71 vann tí lættliga aðru FM-finaluna í manshondbólti móti VÍF, so at liðini nú hava vunnið hvør sína finalu.

Serliga álopsparturin hjá VÍF var vánaligur, uttan neyvleika og ferð. Tað var tí rímiliga lætt hjá sterku H71-verjuni at steðga VÍF. VÍF skoraði einans 3 mál fyrsta korterið, harvið tvey í einari yvirtalsstøðu.

Hjá VÍF er vanligi spælskiparin, Kristoffur Bjørgvin, skaddur til finalurnar, og í staðin er Hanus Christophersen settur at spæla mitt fyri hesar báðar finalurnar. Trupulleikin er bara, at Hanus als ikki er ein natúrligur spælskipari at stýra A-ketuni hjá einum liði, sum ætlar sær at vinna FM. Hanus hevur aðrar dygdir.

Tað undrar samstundis flestu vestmenningar, at ein so góður spælskipari sum Sjúrður Olsen ikki sleppur at royna seg mitt fyri, tí hann hevur áður víst, at hann megnar at stýra spælinum á hægsta føroyska hondbóltsstigi. Løgi at goyma ein so góðan leikara á veinginum, tá ið liðið heilt týðiliga hevur stórar trupulleikar í grundspælinum.

Einu løtuna í fyrra hálvleiki kom ungi Tróndur Johnson inn at stýra spælinum hjá VÍF. Ikki tað, at hann gjørdi so stórar skreytir, men tað kom eitt sindur meira ferð á spælið, og okkurt bendi á, at VÍF kundi koma við í dystin aftur.

Tá so H71 fekk eina útvísing, hevði VÍF møguleikan at koma upp aftur nærri. Men venjararnir hjá VÍF valdu at fara aftur til uppstillingina, sum ikki riggaði, og tað gjørdi hon heldur ikki hesaferð.

H71 rakti hinvegin rætta spenningsstøðið til hesa finaluna. Verjan var góð og fekk steðga breiða krosspælinum hjá VÍF, og serliga eydnaðist væl at steðga Filip Jojic, meðan Hallur Arason, sum tann einasti leikarin hjá VÍF kann vera so nøkulunda nøgdur við sítt avrik í álopinum, hann royndi í hvussu er.

Álopsparturin hjá H71 riggaði eisini væl, uttan at brillera. Rói á Skipagøtu á miðjuni var til at kenna aftur, og bakkarnir Peter Krogh og blaðungi Rókur Ziskason megnaðu eisini at skjóta nøkur mál.

Í hálvleikinum var 13-8 til H71, so tað var ikki verri enn ilt hjá VÍF, tí fimm mál eru ofta heintaði inn aftur í hondbólti.

Hálvleikssteðgurin hjálpti einki hjá VÍF. Venjararnir valdu at royna meira av tí sama, og tað riggaði framvegis ikki. H71 streyk avstað, og tá ið 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, vóru 10 mál á muni, og so var hendan onnur FM-finalan avgjørd. Seinastu løtuna lótu bæði liðini eykamenninar spæla, og endin var, at H71 vann 28-21.

Leygarkvøldið kl. 19.00 verður triðja finalan í Vestmanna. Spælt verður til eitt lið hevur vunnið tríggjar finalur.

Dómaraseðilin á hsf.fo