Áratíggju frásøgn hjá einum Liverpool-fjeppara: Frá vónloysi til spæligleði, soleiðis kann farna áratíggju hjá Liverpool lýsast. Alt sær gott út, nú vit eru komin inn í 20-árini. Men “brent barn ræðist eld”.
Nógv er broytt seinastu tíggju árini í Liverpool. (Mynd: Wikipepia)
Fyri okkum Liverpool-fjepparar helt keðiliga niðurgongdin hjá Liverpool fram fyrst í hesum áratígginum.
Frá teimum glaðu 70- og 80-árunum, so gekk bara niður á bakka í 90-árunum og í nullinum.
Fyrst í øldini undir Houllier og Rafa spældi Liverpool verjukendan og ikki serliga áhugaverdan fótbólt. Rafa kveikti eina ávísa vón við sigrinum í Champions League í 2005, og kappingarárið 2008/9 broytti Rafa spælistíl, og við áhugaverdum álopsfótbólti eydnaðist Liverpool akkurát ikki at vinna meistaraheitið.
Rafa misti takið
So byrjaði niðurbræðingin. Rafa valdi av órannsakiligum orsøkum, ella var hann noyddur til tað, at selja hjarta á liðinum, Xabi Alonso.Her má nevnast, at umstøðurnar hjá Rafa at arbeiða undir amerikansku eigarunum Hicks og Gillett vóru sera vánaligar, og pengarnir at keypa fyri vóru sera smáir.
Nú vendist ikki aftur. Avloysarin hjá Alonso, Aqualini megnaði ikki at lyfta arvin eftir Alonso, og loyali brasiliumaðurin, Lucas, hevði ongantíð støðið at spæla við einum “vilja verða toppliði” sum Liverpool. Liverpool endaði kappingarárið 2009/10 á einum 7 plássi, og Rafa var sagdur úr starvi.
Vónloysi
Twitter-boð sum minnir okkum á, tá ið tað sá svartast útAvloysarin gjørdist Roy Hodgson. Hann heintaði spælarar sum, Christian Poulsen, Jovanović og Paul Konchesky at bjarga Liverpool, og skjótt gjørdist greitt, at nú var botnurin náddur, og longu í januar 2011varð Hodgson uppsagdur av nýggju eigarunum úr Fenway Sports Group (FSG).
Ein ávís vón
8. januar 2011 tók, kongurin, Kenny Dalglish við sum venjari í Liverpool. Suarez og Carroll vóru keyptir fyri nógvar pengar, og Torres fór til Chelsea.Tað kann sigast, at ein ávís vón og framgongd hendi undir Dalglish. Liverpool vann League Cup í 2012 og náddi eisini finaluni í FA-cup. Men eitt áttanda pláss í Premier League var ikki nóg gott, og kanska var Dalglish ov ein gamaldags venjari til nútíðina.
Tað mest týðandi, sum Dalglish legði eftir sær var ein ávís vón, og so at keypa Suarez og Henderson, sum báðir seinni skuldu vísa seg at fáa stóran týdning.
Nýmótans venjarin Rodgers
Summarið 2012 setti, ungi modernaði venjari, Brendan Rodgers, seg í venjarasessin í Liverpool. Í 2013/14 var sera nær við, at vit loksins vunnu “The Holy Grail”. Luis Suarez vísti satt stórspæl, skoraði og legði upp til mál í hópatali, og mundi nærum einsamallur ført Liverpool meistaraheitið.Í avgerandi dystunum kláraði Liverpool kortini ikki at halda høvið kalt. Gerrard gleið í 2-1 ósigrinum móti Chelsea, Henderson var leikbannaður tríggjar dystir, og av óskiljandi orsøkum varð besti verjuleikarin, Daniel Agger, settur á beinkin fleiri dystir. Endin varð, at City gjørdist meistari tvey stig frammanfyri Liverpool.
Árið eftir megnaði Rodgers ikki, at fáa Liverpool aftur við í oddastríðið. Sjálvur var hann í hjúnarskilnaði, sum endaði við rættarmáli, og tað sýntist, sum Rodgers misti takið í Liverpool. Í oktobur 2015 var tíðin hjá Rodgers sum venjari hjá Liverpool komin at enda.
Orka, gleði og álopsspæl
Inn á pallin trein týski venjari Jürgen Klopp, sum hevði ført Dortmund til stórar sigrar.
Frá fyrsta degi, hendi nakað. Orka, gleði og álopsspæl gjørdust nú eyðkenni hjá Liverpool. Hóast finalurnar í League Cup og Europa League vóru taptar, so var vónin tendrað í Liverpool.
Kappingarárið 2016/17 eydnaðist aftur at koma í topp 4, so nú var Champions League aftur á Anfield, og í mei 2018 taptu vit finaluna í Champions League móti Real Madrid.
Í 2018/19 kundi Liverpool endiliga aftur metast millum bestu feløg í heiminum. Champions League-finalan varð vunnin móti Tottenham, men hóast methøgt stigatal, so eydnaðist heldur ikki at vinna meistaraheitið á hesum sinni. City var eitt stig frammanfyri okkum.
Brent barn ræðist eld
Nú vit eru farin inn í 20-árini, er vónin størri enn nakrantíð. Okkara menn hava verið flúgvandi hetta kappingarárið, og Liverpool ikki bara er heimsmeistari fyri lið, men sýnist eisini í løtuni at vera eitt av heimsins besta liðum.
Men, men. Hóast Liverpool er langt fremst í Premier League, so hevur fortíðin lært meg ikki at taka gleðina upp á forskot.
Sum orðatakið sigur, “brent barn ræðist eld”.