Hann nevnir, at við Margáir eru sera góðar umstøður hjá eini 100
bilum, og tá ið tað ber til at skipa fyri drive-in-konsertum og
drive-inn-biografum, so átti eisini at borið til at skipa fyri drive-in-fótbólti.
Hetta ljóðar, sum eitt frálíkt hugskot, og kanska kundu allir
dystir, so leingi sum áskoðarar ikki sleppa inn, verður leiktir á vøllum við
góðum umstøðum til drive-in-fótbólt.