KÍ nærri sigrinum

HB - KÍ 3-3 (1-2)

Í KÍ munnu teir iðra seg, at teir ikki høvdu øll stigini við norður aftur til Klaksvíkar, tí teir høvdu í fyrra hálvleiki allar møguleikar at vinna dystin móti HB, tá ið tvey tey bestu liðini í Føroyum møttust í Gundadali.

KÍ hevði júst vent 1-0 til 1-2, og dómarin hevði júst dømt brotsspark til KÍ. Jóannes Bjartalíð stóð at brotssparksblettinum, rann til bóltin, og Teitur Matras Gestsson bjargaði meistarliga. Fór hesin bólturin inn, so hevði verið ringt hjá HB at komið aftur.

KÍ helt fram at vera omaná allan fyrra hálvleik, og í HB kundu teir verða fegnir, at teir bara vóru eitt mál aftanfyri í steðginum.

Annars fekk KÍ ein lítlan skelk, tá ið Daniel Johansen legði HB fram um í 8. minutti. Fríspark varð gjørt móti Hera Hjalt Mohr niðri í høgra horni, og Daniel Johansen gjørdi ikki mætari enn at hamra bóltin upp í nærmast málhorn.

KÍ brúkti eina løtu um at fóta sær, men so við og við vunnu klaksvíkingar sær yvirtak í dystinum, og tað gav eisini úrslit.

Fyrst var Jóannes Kalsø Danielsen fyrstur á einum hornasparki, sum Jóannes Bjartalíð sendi inn móti nærmastu stong, og so var 1-1.

Løtu seinni kom KÍ fram um, tá ið Samuel Chukwudi ikki kláraði at steðga Ole Erik Midtskogen, sum legði bóltin til Patrik Johansen, sum sendi bóltin í málið til 2-1 til KÍ.

16 ára gamli Samuel hevði ávísar trupulleikar av stóra og sterka Ole Erik í fyrra hálvleiki, og KÍ spældi eisini upp á, at HB hevði ein so ungan mann í miðverjuni. Í seinna hálvleiki eydnaðist Samuel at rætta upp uppá nærdystirnar við Midtskogen, og eftir steðgin vann sera lovandi ungi HB-arin flestu nærdystirnar við hendan sterka norðmannin, sum flestu verjuleikarar hava stórar trupulleikar av. Tað verður av sonnum spennandi at fylgja Samuel Chukwudi komandi árini.

Tað kundi verið vorðið upp aftur verri fyri HB, tá ið KÍ fekk brotsspark eftir at Bartal Wardum heldur óneyðugt feldi Jonn Johannesen. Tíbetur fyri HB, so bjargaði Teitur Gestsson brotssparkinum frá Jóannesi Bjartalíð meistaliga, og harvið helt hann HB inni í dystinum, tí hesa hótti KÍ veruliga við at avgera dystin.

HB helt fram at hava stórar trupulleikar í sínari vinstru síðu í verjupartinum, og á miðvøllinum snøgt sagt trumlaðu KÍ-leikararnir HB-leikararnir niður.

HB valdi fyri fyrstu ferð í ár ikki at trýsta langt frammi á vøllinum. Hetta gav KÍ gott pláss og góða tíð at leggja góðar bóltar fram til áleypararnir, sum vóru ein støðug hóttan móti verjuni hjá HB.

Í seinna hálvleiki kom HB meira við, men KÍ sá kortini út til at hava tamarhald á støðuni.

Fleiri hildu tað kanska vera eitt sindur løgið, tá ið Heri Hjalt Mohr var tikin av vøllinum nakað inn í seinna hálvleik. Jógvan Rói Davidsen kom á vøllin, og hann gjørdi ikki minni enn at hamra bóltin flatt í málið fyrstu ferð hann nært við bóltin.  So hevði HB knappliga heldur óuppiborið javnað.

Og hesin frálíki dysturin helt fram. Tí fáar minuttir seinni legði 18 ára gamli Jonn Johannesen KÍ fram um aftur beinanvegin, tá ið hann prikaði bóltin í málið eftir, at Jóannes Bjartalíð hevði gjørt frálíkt forarbeiði úti í vinstru síðu. 

HB legði trýstið longri frammi í seinna hálvleiki, og so við og við gav tað úrslit. HB fekk fleiri og fleiri møguleikar, og tvær ferðir bjargaðu klaksvíkingar á strikuni.

Endin var eisini, at HB javnaði. Eftir áhaldandi trýst, endaði bólturin hjá Daniel Johansen, sum staddur nakað úti í vinstru skrúvaði bóltin upp í handara horn.

HB helt fram at trýsta eitt sindur og hótti við at koma fram um. Men KÍ helt stand, og so við og við sá út til, at bæði liðini vóru nøgd við javnleikin, og hóast bæði liðini høvdu onkran líkinda møguleika at leggja seg fram um, so endaði hesin frálíki fótbóltsdysturin við javnleiki. 

KÍ vísti í hesum dystinum, hvussu sterkir teir eru, og vit sóu, hvussu gott lið Mikkjal Thomasen hevur bygt upp hesi árini í Klaksvík. 

HB hevði sera trupult við at vinna nærdystirnar, kanska serliga á miðvøllinum. KÍ hevur, sum vit øll vita, nakrar avbera góðar leikarar. Jóannes Bjartalíð kenna øll. Men har eru eisini aðrir. Hin Jóannes við eftirnavninum Kalsø spældi ein frálíkan dyst. Jákup Andreasen vann næstan alt á miðvøllinum og voldi danskarunum hjá HB stórar trupulleikar. Og Ísak Simonsen hevur eisini veruliga spælt seg upp, at vera eina av týðandi leikarunum hjá KÍ.

HB kláraði eisini at vísa okkum, at teir veruliga ætla at kappast um meistaraheitið. Tí hóast teir vóru á knøunum eina løtu, so kláraðu teir at fóta sær í seinna hálvleiki. Og tá ið HB legði trýst á KÍ langt frammi á vøllinum í seinna hálvleiki, hevði sjálvt KÍ-verjan stórar trulleikar at koma framvið ágangandi trýstinum við rennimaskinunum, Pæturi Petersen á odda.

HB - KÍ 3-3 (1-2) 
1-0, 8. Daniel Johansen
1-1, 28. Jóannes Kalsø Danielsen
1-2, 30. Patrik Johannesen
2-2, 56. Jógvan Rói Davidsen
2-3, 58. Jonn Johannesen
3-3, 73. Daniel Johansen