Endiliga byrjar Premier League aftur




Eftir steðg í tríggjar mánaðir byrjar Premier League aftur í kvøld. Tveir dystir eru á skránni. Hetta eru teir báðir dystirnir, sum mangla í fyri, at øll liðini hava spælt eins nógvar dystir, 

Kl. 18.00 tekur Aston Villa móti Sheffield United, og kl. 20.15 er stórdystur í Manchester, tá ið City tekur móti Arsenal.

Eingir áskoðarar sleppa at síggja dystirnar, og tí er avgjørt, at allir dystirnir skulu vísast beinleiðis í sjónvarpi. Eingin dystur verður samstundis, so hjá teimum, sum elska Premier League, ber til at síggja allar dystirnar í sjónvarpi.

Øll tit mongu, sum spæla Fantasy Premier League, hava møguleikan at skifta alt liðið, nú byrjað verður aftur eftir korona. 

Fríggjakvøldið byrjar 30. umfar í Premier League:

Støðan í Premier League

FcTables.com