EB/Streymur yngst og Víkingur elst


EB/Streymur hevði yngsta liðið í Betrideildini hjá monnum í ár (Mynd: EB/Streymur á Facebook)


Miðalaldurin á ymisku liðunum í Betrideildini hevur áhuga millum fótbóltsáhugað. Men ein spurningur, sum altíð tekur seg upp, tá ið slík hagtøl skulu roknast, er, hvørjir leikarar skulu teljast við.
Nakrir leikarar spæla bara fáar minuttir, meðan aðrir spæla hvønn einasta minutt í kappingarárinum. Hesir kunnu sjálvandi ikki vekta eins nógv, tá ið miðalaldurin skal roknast.

Vit hava við góðum hagtølum frá FaroeSoccer roknað miðalaldurin á liðunum í Betrideildini hjá monnum.

Vit hava vektað lutvísu spælitíðina hjá hvørjum einstakum leikara sum prosentpart av samlaðu leikminuttunum hjá liðnum.

Sjálvar útrokningarnar síggjast her

Útrokningarnar vísa, at EB/Streymur hevði yngsta liðið við miðalaldrinum 23,84 ár, meðan Víkingur hevði elsta liðið við miðalaldrinum 28,71 ár.

Miðalaldurin frá yngst til elst:

EB/Streymur..... 23,84 ár

AB......................... 24,69 ár

HB......................... 24,76 ár

KÍ........................... 25,20 ár

TB.......................... 25,36 ár

B36........................ 25,60 ár

Skála...................... 27,14 ár

NSÍ......................... 27,38 ár

ÍF............................ 27,63 ár

Víkingur................. 28,71 ár


Hesir leikarar spældu allar 2430 minuttirnar í kappingarárinum:

Teitur Gestsson, HB

Karstin Hansen, Skála

Heri Mohr, AB

Dánjal Gotfred, TB


Kelda: FaroeSoccer - faroesoccer.com