Havið ein steðg millum summar- og vetrarítrótt

Í skiftinum frá vetrarítrótti til summarítrótt, og umvent, verða nógv børn sett í eina tvístøðu millum ítróttagreinar, tí at kappingarárini umskarast.

Børnini eru í vanda fyri at gerast “troytt” av ítrótti, tí tað ongantíð er friður. Tað hevði tí verið gott at havt ein lítlan steðg millum vetrar- og summarítrótt

Børnunum dáma væl at íðka ítrótt. Men av og á vilja tey eisini hava frí


Eg havi upplivað støðuna bæði sum hondbólts- og fótbóltsvenjari, at børn mugu "svíkja" eina ítróttagrein fyri at vera við í avgerandi dystum í einari aðrari. Hetta er sjálvandi ein sera óheppin støða at seta børnini í, og skuldi helst ikki komið fyri, meðan børnini eru undir ein ávísan aldur.

Soleiðis eru vit vaksnu, sum skipa ítróttin, við til at trároyna tíðina hjá børnunum. Hetta tænir ongum hvørki børnunum og heldur ikki einstaku ítróttagreinunum.

Sum eg síggi tað, so dáma hesi børnini, sum elska ítrótt, eisini at hava frí av og á. Tey kunnu gerast so “troytt” av øllum ítróttinum, at tað kanska ger, at tey gevast við einari ítróttagrein fyrr enn annars.

So at siga øll gransking á økinum vísir eisini, at fyri at koma í elituna í ítrótti, so hjálpir tað at íðka fleiri ítróttagreinar. “Kappingin” millum ítróttagreinarnar gevur sostatt als onga meining.

Eisini haldi eg, at tað hevði verið sera gott fyri ofta hart strongdu familjurnar, um páska- og heystfrítíðin vóru ítróttaleysar hjá børnun og familjum. Í øllum førum skuldu ongar kappingar og eingir dystir verið.

Tað verður tosað nógv um trupulleikan í ítróttaumhvørvinum. Men sersambondini hava torført við at tosa saman, og søgan endurtekur seg ár undan ári.

Vónandi kunnu sersambondini saman við ÍSF tosa saman um, hvussu barnaítrótturin kann skipast, soleiðis, at børnini kunnu gleðast um at íðka ítrótt og halda fram so leingi sum gjørligt.

Ein lítil kend søga

Danski svimjarin Pernille Blume stóð í 2016 í skugganum av øðrum donskum svimjarum. Hon var troytt av svimjing og orkaði ikki meira. Átta mánaðir áðrenn OL í Rio de Janero gavst hon at svimja.

Tríggjar mánaðir seinni fór hon kortini aftur at svimja, og tað skuldi eisini loysa seg. Hon tók øll á bóli og gjørdi ikki mætari enn at vinna OL-gull í 50 metrum bringusvimjing.