Dysturin var í veruleikanum longu avgjørdur, tá ið tíggju minuttir vóru leiktir. Fyrst skoraði Páll Klettskarð, sum hevur verið sera týðandi í meistarastríðnum, síðan hann kom aftur úr Italia í summar, og løtu seinni sendi Semir Hazibulic bóltin í málið.
Frøin varð øgilig millum klaksvíkingar, og gleðin helt sær allan dystin, tí B36 megnaði ongantíð veruliga at melda seg inn í dystin.
KÍ vann slagið á miðvøllinum, og eingin B36-ari megnaði at halda upp á bóltin. B36 fekk snøgt sagt ikki frið at spæla nakrastaðni á vøllinum.
KÍ kundi tað sama verið framman fyri við trimum ella fýra málum í hálvleikinum, men tað vóru bara tvey mál á muni, og tí livdi dysturin enn.
Í hálvleikinum sendi B36 Lukasz Cieslewicz á vøllin í eini roynd at koma inn í dystin aftur. B36 hevði eisini bóltin nakað meira í seinna hálvleiki, og hevði onkrar møguleikar at seta veruligt lív í dystin.
Men B36 kom ikki aftur í aftur, og tá ið Jóannes Bjartalíð sendi eitt fríspark upp í málhornið til 3-0, var fyrsta meistaraheitið hjá KÍ í 20 ár veruleiki.
Ovurfegnir klaksvíkingar tustu inn á vøllin, tá ið frálíki dómarin, Alex Trolais, bríkslaði av.
Hjartaliga til lukku við meistaraheitinum KÍ, tað var so væl og virðiliga uppiborið.