Facebook flýtur yvir við pingvinum og KÍ-arum, og fyri okkum HB-arar er hetta einki serliga stuttligt.
Lokalavísin í Klaksvík, Norðlýsið, ger sjálvandi nógv burtur úr
Hjá HB bjargaði steypasigurin hjá besta mansliðnum kappingarárinum so nøkulunda. Men tíverri so endurvinna vit ikki FM, sum varð vunnið í stórum stíli í fjør. Og ólukkan av øllum er, at tað eru B36 og KÍ, okkara arvafíggjandar, sum kunnu gerast meistarar
Og hvør vóna vit so vinnur?
Ja, tað er næstan vónleyst at svara. Tað er sum at velja millum pest ella kolera, tí innast inni vóna vit sjálvandi ikki, at nakar teirra vinnur.
Onkur vónar kanska, at KÍ vinnur, tí hasar "pingvinirnar" úr B36, skulu so ikki kunna arga okkum, tá ið farið verður til arbeiðis næsta mánadag.
Eitt annað, sum talar fyri KÍ, er, at eitt meistarheiti til Klaksvíkar kann merkja, at tað er ein vón fyri, at Liverpool aftur kann vinna "The Holy Grail". Og rættiliga nógvir HB-arar halda við Liverpool.
Umvent, so hevði tað verið nokk so stuttligt, um dýrasta projektið í føroyskari fótbóltssøgu, heldur ikki í ár førdi til nakað meistaraheiti til Klaksvíkar.
Tað er heldur ikki so gott, um KÍ við einum meistaraheiti, aftur ferð at nærkast HB í samlaða talinum av meistaraheitum, hóast vit hava nakað at geva av.
Tað er heldur ikki so gott, um KÍ við einum meistaraheiti, aftur ferð at nærkast HB í samlaða talinum av meistaraheitum, hóast vit hava nakað at geva av.
Altíð rætti vinnarin
Eitt er tó greitt. Tá ið leygardagurin er farin, hava vit ein nýggjan føroyameistara í mansfótbólti - B36 ella KÍ.
Tað liðið, sum vinnur, hevur sjálvandi uppiborið at gerast føroyameistari, tí at teir hava fleiri stig enn øll hini.
Eg verði millum tey mongu, sum fara í Gundadal at hyggja eftir dystinum, sum kann væntast at savna heilt nógvar áskoðarar.