Tá ið Føroyar týsdagin vann 1-0 á Malta, var tað samstundis seinasti landsdysturin á heimavølli hjá liðskiparanum, Atla Gregersen, um hann ikki skiftir meining.
Atli Gregersen kom á landsliðið í 2009. Tá ið Lars Olsen gjørdist landsliðsvenjari í 2011, var ikki pláss fyri Atla á landsliðnum. Men eftir ein trupla byrjan hjá Lars Olsen sum landsliðsvenjara, var aftur boð eftir Atla, sum síðan 2013 hevur havt fast pláss á landsliðnum. Síðan 2015 hevur Atli verið liðskipari á landsliðnum.
|
Seinastu fetini av Tórsvølli sum føroyskur landsliðsleikari |
|
Tjóðsangurin fyri seinastu ferð á Tórsvølli |
|
Skansin hevur sínar ætlanir við Atla |
|
Í vanligum stíli |
|
Seinasti dystur og seinasti sigur á Tórsvølli |
|
Takk fyri Atli |