H71 væl frá byrjan í Evropa

H71 stóð fyrstu royndina í evropeisku hondbólti, tá ið teir vunnu 25-24 á Maribor úr Slovenia. Kortini munnu hoyvíkingar iðra seg um, at teir ikki vunnu ein stórri sigur, tí mitt í seinna hálvleiki vóru teir frammanfyri við seks málum.




Gestirnir úr Slovenia komu best frá byrjan, og ein av orsøkunum var, at H71 brendi fleiri upplagdar møguleikar.

H71 fótaði seg kortini skapuliga, og tá ið farið var til hálvleiks við støðuni 12-11 til Maribor, var tað við kensluni av, at hetta átti at bera til hjá H71.

Og tað skuldi eisini vísa seg, at H71 kom flúgvandi út til seinna hálvleik. Ári Dam í málinum stóð sera væl, og Peter Krogh gekk undan bæði í verju og álopi. Alt bendi á ein greiðan sigur til H71.

Seinasta korterið kom tó stígur í. Verjan hjá H71 fekk ikki fatar á slovenunum, og í hinum endanum megnaði Maribor við ein 5-1-verju at steðga álopsmaskinuni hjá H71.

Endin varð, at H71 vann 25-24, so einki er avgjørt undan seinasta dystinum, sum verður spældur sunnudagin kl. 19.00 í høllini á hálsi.

Niðan fyri síggjast ungu H71-viðhaldsfólkini, sum altíð seta sín heilt serliga dám á stórdystirnar hjá H71.