Nú frítíðarkortið er komið í gildið í fleiri kommunum, er gott høvi at seta krøv til ungdómsvenjingar í ítróttafeløgum, so at samsvar verður millum kostnað og góðsku.
Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvat tað kostar at hjá børnum at íðka ítrótt í høvðusstaðarkommununi.
- 1200 krónur fyri at venja umleið fýra tímar fótbólt næstan árið runt hjá einum 12 ára gomlum dreingi.
- 1200 krónur fyri at venja umleið fýra tímar hondbólt næstan árið runt hjá 12 ára gamlari gentu.
- 550 krónur fyri at svimja í 25 minuttir um vikuna í tríggjar mánaðir hjá umleið 5 ára gomlum barni.
- Og 700 krónur fyri ein tíma fimleik hjá gentum í 3. flokki við stórum gentum sum venjarum.
Tað skal ikki eygleiðast leingi, so kann staðfestast, at ikki øll fáa tað sama fyri pengarnar og at góðskan ikki altíð er serliga góð.
Stór børn venja ofta smærri børn. Ofta venur ein góður væl skikkaður venjari a-liðið, so tað kann vinna næsta dyst, meðan restin passar seg sjálvan aðrastaðni á vøllinum.
Hetta hava vit øll, sum varða av og fylgja við barnaítrótti, sæð, og tað er neyvan nakað felag, sum kann siga seg frían fyri viðhvørt ella ofta at taka elituna fram um “tey, sum ikki duga so væl”.
So vit øll, nevndarlimir og venjarar, eiga at taka í egnan barm og syrgja fyri, at øll børn fáa eins góða venjing fyri sama limagjald. Tað kann als ikki forsvarast, at tey á a-liðnum fáa fyrsta floks venjing, meðan onnur nærum passa seg sjálvan.
Tí er frítíðarkortið eitt gott høvi hjá myndugleikum, ítróttasambondum og ítróttafeløgum at seta krøv til góðskuna í venjingini.
Krav um vaksnar útbúnar venjarar, krav um, hvussu nógva tíð barni í minsta lagi skal venja. Og ikki minst krav um, at feløgini í ársroknskapinum kunnu vísa, at limagjøldini hjá børnunum veruligu fara til venjingina hjá børnunum, og ikki til tað vaksnu elituna í felagnum.