B36 verður føroyameistari

Nú landskappingin í fótbólti byrjar sunnudagin, er tíðin komin at gita, hvussu liðini fara at klára seg í ár. B36 kann ikki renna undan, at vera favorittur at vinna FM, eftir at frammanundan sterka liðið er nógv styrkt.

Vónbrotnir B36-arar taka móti silvurheiðursmerkjunum í fjør eftir at hava tapt avgerandi FM-dystin móti KÍ. Í ár hevur B36 styrkt liðið nógv, og tí eru teir favorittar at vinna FM í 2020.

Kappingini hevur seinnu árini býtt seg í tvey, tey ovastu fimm og tey niðastu fimm. Einki bendir á, at hetta broytist í ár. Heldur tvørtur í móti, so eru tey sterku vorðin sterkari, og tey veiku vorðin veikari.

Nummar 1: B36

Mítt boð er, at hetta verður árið hjá B36. Jákup á Borg hevur í trý bygt eitt nýtt lið upp í B36, og nú er tíðin komin, at B36 fer heilt upp á toppin. Ikki minst tilgongdin av Sonna Ragnar Nattestad og nú Meinhard Olsen ger, at B36 er rættiliga greiður favorittur at enda ovast í ár.

Nummar 2: KÍ

KÍ kláraði akkurát at knógva B36 í fjør, og klaksvíkingar fara heilt víst aftur í ár at kappast ovast á stigatalvuni, hóast nakað av broytingum eru í hópinum. Liðið má metast at verða nøkulunda líka sterkt sum í fjør.

Nummar 3: HB

HB byrjar eitt sindur av nýggjum, eftir FM í 2018 og Løgmanssteypið 2019. Útlendingarnir á liðinum eru skiftir út við tríggjar danskar leikarar. HB fer altíð eftir meistaraheitinum, og um alt lagar seg, so kunnu teir bjóða av í stríðnum um FM.

Nummar 4: NSÍ

Eitt sindur ringt at meta um NSÍ, men við góðum monnum í álopspartinum sum Klæminti Olsen og Peturi Knudsen, so er lítið at ivast í, at NSÍ aftur í ár hevur møguleika at blanda seg í oddin.

Nummar 5: Víkingur

Víkingur skal royna at fóta sær við nýggjum spælistíli. Roynt verður at seta ungar lokalar leikarar við, og saman við tilgongdini av Lukasz Cieslewicz, Ara Olsen og Finni Justinussen fer Víkingur at bjóða av um plássini út í Evropa.

Nummar 6: TB

Tað er altíð ringt at spáa um TB, tí liðið verður á hvørjum ári skift út nærum alt sum tað er. Avgerandi fyri TB, verður hvussu góðir útlendsku leikararnir eru. Tað hevur ljóðað, at TB-arnir eru væl fyri, og tí kann hugsast, at teir gerast bestir av teimum niðastu fimm liðunum.

Nummar 7: ÍF

Okkurt bendir á, at ÍF í ár er betri fyri, enn í fjør. Hópurin er væl styrktur samanborið við í fjør. M.a. er verjuparturin styrktur við málverjanum Milos Budakovic úr TB og Jens Joensen. Alt talar fyri, at ÍF fær eitt betri ár enn í fjør.

Nummar 8: Skála

Skála skal byrja av nýggjum. Nakrir av berandi leikarunum á liðinum er farnir til onnur feløg, og nýggi venjarin, Bill McLeod Jacobsen, má í høvuðsheitum seta liðið saman við ungum lokalum leikarum og leikarum, sum er til avlops hjá størru feløgunum.

Nummar 9: EB/Streymur

EB/Streymur er í nøkulunda somu støðu sum Skála. Nakrir av berandi leikarunum eru farnir, og liðið má byggjast upp aftur av nýggjum. Nakrir ungir leikarar eru komnir úr øðrum feløgum, annars eru ungir sundalagsmenn bulurin í liðinum.

Nummar 10: AB

AB hevur mist so at siga allar “teir fyrstu ellivu” frá í fjør. Tilgongdin er ikki tann stóra, og tí má Sorin Anghel byrja á berum við ungum lokalum leikarum. Klárar AB upp um niðurflytingarstrikuna, so er árið væleydnað.