Als eingin mótstøða

EHF European Cup - kvinnur
Cyview Developers Latsia - H71 14-50 (6-24) 


Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Dystargongdin

Tað var væntað áðrenn, og eftir tveir minuttir var tað púra greitt, at hendan dystin fóru hoyvíkskvinnur at vinna lættliga.

Einans níggju leikarar vóru við Cyview í Føroyum, og tá ið ein fekk reytt kort beinanvegin fyri at taka í armin á Christinu Arge á veinginum, so gjørdist uppgávan upp aftur truplarari hjá gestunum..

Tað vóru als eingir trupulleikar hjá H71 at spæla seg fram við verjuni hjá kypriotiska liðnum, sum hevði lægri støði enn næstbesta deildin í Føroyum.

Serliga var lætt at spæla veingirnar fríar, og skotini flugu um oyruni á kypriotiska málverjanum. 6-0 var til H71, áðrenn Cyview skoraði, og tá ið korterið var spælt var 14-4.

H71 setti eykaleikararnar inn, men gongdin var tann sama. Styrkismunurin var so stórur, at tað als ikki var stuttligt at hyggja eftir. Gongdin helt fram og í hálvleikinum var 24-6 til H71.

Í seinna hálvleiki skoraði H71 seks ferðir, áðrenn Cyview fekk hol á, og dysturin helt fram við somu gongd.

Móti endanum av dystinum vóru gestirnir bara seks leikarar á vøllinum, tí ein leikari gjørist skadd, og tær høvdu ongan útskiftara.

Endin varð, at H71 vann 50-14, og tað er púra greitt, at tær eru komnar víðari 3. umfar í European Cup, hóast ein dystur skal spælast í morgin, sunnudagin kl. 19.00 í høllini á Hálsi.

Toppskjútti hjá H71, gjørdist Guðrið á Borg Bogadóttir við 10 málum.
 

Tað var næstan meira áhugavert at síggja børnini spæla á hinari síðuni í høllini