Hepni fylgir ikki føroyska landsliðnum



UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Føroyar - Armenia 2-2 (1-1)

Á myndini leggur Jóannes Bjartalíð Føroyar fram um 2-1 móti Armenia. Fimm minuttir vóru eftir at spæla, og vit vóru á veg móti einum uppibornum sigri.

Men okkara landsliði so líkt, so fylgir eydan ikki liðnum. Tveir minuttir inni í yvirtíðini javnaði Armenia við einum skoti úr spískum, sum rakti eitt føroyskt bein og snýtti Bárð á Reynatrøð í málinum, og so glapp sigurin okkum av hondum.

Dysturin á faroesoccer.com

Innskiftingar gjørdu mun
Føroyar høvdu annars spælt ein góðan seinna hálvleik. Serliga eftir nakrar útskiftingar eitt korter inn í seinna hálvleik kom lív í føroyska spælið, og seinasti hálvi tímin mundi vera tað frægasta, vit hava sæð av føroyskum álopsspæli í langar tíðir.

Innskiftingarnar av Peturi Knudsen, Brandi Hendriksson og Jóannesi Bjartalíð settu veruliga gongd á føroyska álopsspælið. Brandur vísti seg at duga væl at spæla saman við sera væl spælandi Hanusi Sørensen. Petur Knudsen var sera ágangandi í sínum spæli heilt frammi og spældi móti málinum í mun til Jóan Símun, sum bara legði av allan dystin. Og so vísti Jóannes Bjartalíð, at hann kann hótta fram eftir vøllinum.

Hendan góða føroyska løtan setta lív í teir fáu áskoðararnar, sum høvdu leita sær á Tórsvøll, og beint eftir eina góða føroyska atsókn, hoyrdust áskoðararnir veruliga. Møguliga var tað tað, sum ávírkaði Jóannes Bjartalíð at fara fram og vinna bóltin nakað framman fyri miðjuna í høgru síðu, og síðan seta kós inn í vøllin móti málinum, og við vinstra beininum skjóta bóltin framvið nøkrum verjuleikarum og undir málverjan í málið.

Seinasti hálvi tímin var avgjørt góðkendur, og spælir landsliðið oftari so framsøki, so er lítið at ivast í, at viðhaldsfólkini aftur gerast fleiri á Tórsvølli.

Varin fyrri hálvleikur
Undan dystnum segði Sølvi Vatnhamar, at spælararnir stóðu aftanfyri hart trýsta landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.

Hinvegin kundi ikki sigast, at viðhaldsfólkini hjá Føroyum vístu sama stuðul, tí tað er langt síðan so fá hava sæð Føroyar á heimavølli.

Á vøllinum leikaði javnt á frá byrjan, men tað var skjótt, at Armenia var meira spælstýrandi enn Føroyar.

Okkara menn spældu meira beinleiðis enn í ringasta tíðarskeiðnum fyri einum tveimum árum síðan, og royndu at fáa bóltarnar inn fyri málið, tá ið í høvið beyðst. Tað var eisini til okkurt hornasparkið, og í ta einu ferðina kom Hannis Agnarson í rímuliga skotstøðu til høgru fyri málið.

Annars hevði Armenia yvirvág og hevði millum annað nøkur rímiliga vandamikil hornaspørk, og í onkrum føri boksaði Bárður á Reynatrøð ikki bóltin nóg langt burtur, men veruliga vandamikið var tað sjáldan.

Hjá Føroyum riggaði best at spæla seg í gjøgnum í høgru síðu, har nýggju menninir Hannis Agnarsson og Jann Benjaminsen saman við Sølva Vatnhamar voldu armenum ávísar trupulleikar í fyrra hálvleiki.

Sum fyrri hálvleikur leið, koyrdi dysturin meira og meira í tómgongd, og lítið bendi á nakað mál fyri hálvleik. Men so fingu Føroyar hornaspark, sum varð ruddað burtur beint út til Jann Benjaminsen, sum skeyt fyrstu ferð, og bólturin fór flatt inn við nærmastu stong.

Nú hevði Føroyar eina góða løtu, men beint fyri hálvleik fekk Armenia eitt heldur óneyðugt fríspark beint frammanfyri brotsteigin. Ein dreymastøða at fáa fríspark í, og Lucas Zelarayán gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beint í málið upp í vinstra málhorn. Okkara múrur sá ikki ov gott út í hesi støðuni, og Bárður í málinum gjørdi eitt fet skeivan vegin, og so varð hann fangaður á skeivum beini.

Høvdu uppiborið sigurin
Í kvøld høvdu okkara menn uppiborið sigurin. Men sum nevnt, so fylgir eydnan sjáldan landsliðnum. Bæði í fyrra og seinna hálvleiki vóru vit á veg av vøllinum við eini leiðslu, men vit kláraðu ikki at halda fast.

Seinasti hálvi tímin gjørdi, at samlaða avrikið var góðkent, og dysturin vísti okkum, at ættarliðsskiftið alsamt meira verður gjøgnumført. Oddmar Færø, Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson og Viljormar Davidsen frá gamla ættarliðnum byrjaðu á vøllinum í kvøld, men tveir teirra vóru skiftir út, tá ið føroyska álopsspælið vaknaði.

Frá unga ættarliðnum, vísti Andrias Edmundsson aftur, at honum kunnu vit rokna við í verjuni. Hanus Sørensen var kanska besti maður sæð yvir allan dystin, og Petur Knudsen vísti, at hansara orka og ágangandi spælistílur kann gera mun. Eisini spældi Jann Benjaminsen ein góðan dyst í sínum fyrsta veruliga landsdysti, og hann mundi verði tveymálsskjútti, tá ið hann meistarliga fluktaði bóltin beint upp um málið.

Og so vístu Brandur og Jóannes Bjartalíð okkum, at tað ikki er tilvildarligt, at teir spæla uttanlands á einum hægri stigi enn heima í Føroyum.

Vónandi fær góða álopsspælið seinasta hálva tíman landsliðvenjaran at tora at fara eftir sigrinum móti Lettlandi sunnudagin, og vónandi vera fleiri áskoðarar á Tórsvølli tá.