Ættarliðsskiftið gevur eina vón

Tveir teir fyrstu landsdystirnir í Nations League eru farnir aftur um, og eftir eitt gott avrik og úrslit í fyrra dystinum móti Norðurmakedonia heima á Tórsvølli, komu vit skjótt niður á jørðina aftur, tá ið Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð taptu ein týðandi dyst móti Lettlandi.

Úrsliðið gjørdist 1-0 til Lettland eftir ein vánaligan føroyskan fyrra hálvleik, og eina vánaliga døming undan málinum. Dysturin móti Lettlandi var kortini kanska ikki so vánaligur, sum hann er gjørdur til. 

Tað hevur hvussu er verið gott, at síggja landsliðið spæla móti málinum aftur hesar báðar landsdystirnar, tí tað hevur verið ógvuliga lítið áhugavert at vera til landsdyst seinastu árini, har royndirnar móti málinum hava verið sera fáar. Nú var nógv stuttligari at hyggja.

Unga miðverjan stóð stinn
Gaman í vóru okkara menn við undirlutan í spælinum í fyrra hálvleiki, men lettar skaptu ikki tað stóra fyri steðgin. Teir heilt stóru møguleikarnar hevði Lettland ikki fyrr enn seinast í dystinum, tá ið Føroyar legði alt fyri at javna. Væntaðu málini (xG) hjá Lettlandi í fyrra hálvleiki vóru bara 0,38, meðan Føroyar høvdu 0.18. 

So hóast leikliga avrikið ikki var gott í fyrra hálvleiki, og okkara menn í løtum vóru trýstir langt aftur á vøllin, so stóð verjan við Andriasi Edmundsson og Samuel Chukwudi seg heilt væl. Hóast Lettland ikki er heimsins besta lið, so sóu vit okkurt slag av treystleika í hesum ungu monnunum.

Javnleikur hevði ikki verið óuppiborið
Seinni hálvleikur móti Lettlandi var nógv betri enn fyrri, tað eru flest øll samd um, Vit høvdu eisini tveir rimmar møguleikar, sum eiga at geva minst eitt mál. Men skorar tú ikki upp á so stórar møguleikar, so verður torført at fáa stig.

Eftir dystin vístu væntaðu málini (xG) 1.52 til Lettland og 1.38 til Føroyar. So vit høvdu kanska uppiborið eitt stig, hóast alt.

Hvat stendur so eftir, aftaná hesar báðar landsdystirnar? 
Jú, fyri fyrstu ferð í langar tíðir sóu vit nakað, sum minnir um eitt ættarliðsskifti, og hóast alt ikki eydnaðist, so eiga vit at halda fast í hesum ættarliðsskiftinum. 

Aldursbýti á liðnum var fyri fyrstu ferð í longri tíð í javnvág millum ungar, miðal og eldri leikarar. Tað sást eisini aftur við tí, at ungu leikararnir geva liðnum orku og frekleika, meðan teir gomlu skapa eitt slag av stabiliteti.

Framtíðar miðverjar
Andrias og Samuel kunnu koma at manna miðverjuna hjá okkum í nógv ár, og vit eiga at brúka hesa Nations League kappingina at spæla teir saman til framtíðar miðverjupar. Hinir gomlu Oddmar, Heini og teir eiga ikki bara at koma spaserandi inn aftur á liðið.

Eisini var gott at síggja Jóannes Danielsen úr KÍ endiliga fáa ein veruligan møguleika á høgra bakki, nú Hanus Sørensen er fluttur longri fram á miðvøllin. Á vinstra bakki eigur Viljormur Davidsen kanska eini tvey ár eftir í sær, men ein yngri avloysari má finnast nakað skjótt.

Hanus gevur miðvøllinum nýggjar møguleikar
Á miðvøllinum vísir tað seg at vera gott, at italski venjarin hjá HB til hetta kappingarárið flutti Hanus Sørensen fram á miðvøllin. Hóast tað ljóðaði, at Hanus ikki dámdi hesa flyting, tí hann var bangin fyri at missa landsliðsplássið, so vísur hendan flytingin seg nú at geva Hanusi og landsliðnum heilt nýggjar møguleikar.

Hanus hevur góðan bóltførleika, er kvikur, rennur nógv og hevur ein frekleika í spæli og personligheit, sum landsliðið hevur brúk fyri. Eg dugi ikki at minnast, at okkara landslið hevur havt ein so ágangandi leikara mitt á miðjuni.

Hanus er í støðugari menning, síðan hann kom til Føroya at venda yrkisleiðini, og vónandi sleppur hann skjótt av landinum aftur at royna seg á hægri stigi. 

Úti í vinstru síðu eigur Meinhard Egilsson plássið, og hann minnir ikki sørt um Hanus í sínum ágangandi spæli. Hesar báðar dystirnar sóu vit eisini, at Meinhard varð brúktur sum áleypari, men tað var helst mest av neyð.

Fleiri um boðið
Hinvegin so mugu vit vænta, at Sølvi Vatnhamar so líðandi fer at glíða av landsliðnum. Móti Lettlandi varð hann skiftur út í hálvleikinum. Í staðin varð René Shaki Joensen fluttur inn á miðjuna, og hann vísti seg aftur sum tann fjølgávaði leikarin, ið kann spæla alla staðni á vøllinum.

Nú má Gunnar Vatnhamar ikki gloymast. Hann er sum René ein leikari, sum ikki hevur nakað fast pláss á vøllinum, men tað verður sum oftast pláss fyri honum antin í miðverjuni ella á verjukenda miðvøllinum. Hesar báðar dystirnar lá hann sum bindilið millum miðvøll og miðju, har hann viðhvørt datt heilt aftur í millum miðverjarnar, og tað riggaði væl. 

Tað er tó lítið at ivast í, at Brandur Hendriksson og Jákup Andreasen koma beint beint inn á liðið aftur, tá ið teir verða klárir aftur, so her eru nokk so nógvir leikarar at velja millum, um allir eru klárir.

Adrian gevur kreativitet
Hesar báðar dystirnar hava vit eisini langt um leingi sæð Adrian Justinussen koma á vøllin. Tann hálvleikurin, sum hann spældi móti Lettlandi vísti okkum í brotum, at hann kemur við einari hóttan í spælinum fram eftir vøllinum, sum bert heilt fáir leikarar megna. Til dømis hava vit ongantíð megna at fingið ein skapandi leikarar sum Árna Frederiksberg á landsliðið. Tí eigur Adrian nú at fáa ein veruligan møguleika, og tað merkir helst, at hann skal sleppa at spæla nógv í fleiri dystum á rað. Skulu vit burtur bara at vera eitt lið, sum tuskar runt á vøllinum fyri at verja fyri, so eiga vit at fáa leikarar við X-faktori inn á liðið, og her er Adrian ein.

Álopið manglar mál
Heilt frammi er torført at gerast klókur upp á Jóan Símun Edmundsson. Hann hevur átt fremsta plássið á landsliðnum í nógv ár, men málskjútti er hann ikki. Spælir fyri tað mesta vekk frá málinum, og ofta hevur verið tosað um, at hann kanska skuldi spælt úti í síðunum í staðin. 

Vit mangla tó alternativ, hvør so skal spæla heilt frammi. Klæmint Olsen er um at gerast ov gamal, og Páll Klettskarð síggja vit neyvan aftur á landsliðnum. So eru Petur Knudsen og Adrian Justinussen, men teir eru meira vengur. Tað vísir seg, at nútíðarfótbóltur skapar ikki veruligar áleyparar, so helst skulu vit til at hugsað heilt øðrvísi fyri at finna málini á landsliðnum.

Nær fær ein tannáringur møguleikan?
Samanumtíkið sær betri út í løtuni. Men Håkan Ericson má tora at halda fast í ættarliðsskitinum, og helst skulu vit eisini tora at geva upp aftur yngri leikarum møguleikan á A-landsliðnum, ikki ov nógvar í senn, men ein og ein. Onnur lond klára at fáa tannáringar á landsliðið, so hví skulu vit ikki klára tað?