Rói Joensen
Monday, September 09, 2024
Tá ið tú koyrir av Høgareyni oman til Vestmannar, síggjast í norði tey trý fjøllini, Postulakirkja, Mosarøkur og Ørvisfelli.
Serliga Ørvisfelli hevur frá barnaárum í Vestmanna hugtikið meg. Tað sær út sum eitt ordiligt fjall, har tað liggur fyri endan á byrgingini frammi við Vatn ovarliga í Fonsdali. Minnir ikki sørt um Mount Everest og Matterhorn, sum prýðir Tobleronesjokulátuna.
Hóast spæliplássið góðverðursdagar rakk langt norður um Vestmanna, so havi eg ongantíð verið upp á Ørvisfelli. Men nú skal tað vera.
Hendan góðveðursmikudagin varð bilurin settur frammi við Vatn millum SEV-byrgingarnar ovarliga í Fonsdali. Ætlanin er at fara beina leið upp á Ørvisfelli. Men túrurin gerst nakað øðrvísi enn ætlað.
Túrurin gongur í staðin vestur eftir undir fjallarøðini, gjøgnum dalin norðanfyri Fossarnar, har Dalá savnar teir fyrstu droparnar, sum seinni gera streym á Fossáverkinum niðri í Vestmanna.
Leiðin gekk upp á Postulukirkju í 626 metra hædd, har fjarskotna og stórsligna landslagið vísir seg í øllum sínum vakurleika.
Nú fylgdi eg fjallarøðini eystureftir upp á Mosarøkur í 756 metra hædd. Útsýnið er norður í dalarnar, har stórbæra landslagið vísir seg í øllum sínum vakurleika. Her eru høgir tindar, djúpir dalur, stórar fløtur, áir og vøkur vøtn. Her passar seyðurin seg sjálvan, og natúran er veruliga óspilt. Longri burtur frá sjónum og sivilatiónini er torført at koma í Føroyum.
Tað vísti seg at vera lætt at ganga upp á Ørvisfelli, sum er atkomuligt frá øllum síðum. Urið vísti 784 metrar, akkurát, sum gomlu kortini siga. Á nýggjastu kortunum er hæddin lækkað til 783 metrar.
Av Ørvisfelli sæst oman á SEV-byrgingarnar í Fonsdali. Heimara byrgingin eitur Lómundaroyra, har var einki vatn áðrenn SEV gjørdi stóru vatnorkuútbyggingarnar í Vestmanna í 1950'árunum. Har, sum fremra byrgingin "frammi við Vatn" er, var eitt lítið vatn, áðrenn stóru útbyggingarnar.
Av Ørvisfelli sæst eisini oman gjøgnum Saksunardal til Streymnes og Hvalvíkar.
Hesin var eisini við upp á Ørvisfelli.
Áðrenn leiðin var løgd oman aftur, varð ein góð løta notin beint undir tindinum í sól og lívd, við einum góðum kaffimunni og einum tebolla. Á myndini síggjast Bøllufjall og Mosarøkur.
Hendan myndin er tikin á veg oman aftur ovarliga í Fonsdali við Ørvisfelli í baksýni. Her finnur Føroya vatnríkasta á, Fossá, sínar røtur.
"Fossá kveikti ljós í Føroya land", skrivar Martin Joensen í Vestmannakvøðuni, og vestmenningar eru stoltir av vatnorkuni.
Tíverri fyri bygdina, so fluttu kommunurnar, sum eiga SEV, fyri nógvum árum síðan umsitingina hjá SEV til Havnar. Soleiðis eru bygdirnar ringast móti hvørjari aðrari. Tey arbeiðsplássini høvdu komið væl við í Vestmanna í dag.
Varðarnir standa enn. Men annars sæst einki til gøtuna millum Vestmanna og Saksun. Ein søgu, sum er mær fortald, var um drong úr Saksun, sum hevði fingið gott eyga á gentu úr Vestmanna og gekk hvørt kvøld til Vestmannar at fríggja og so heim aftur sama kvøld. Jú, nógv varð lagt fyri, og hann giftist til Vestmannar.
Byrgingin "frammi við Vatn."
Av Høgareyni síggjast Postulukirkja, Mosarøkur og Ørvisfelli.
Soleiðis gekk leiðin:
Ørvisfelli líkist einum ordiligum fjalli