Gott fyri likam og sál at renna í haganum


Dysjarnar í Sandoy
Hendan góðveðursleygardagin fyrst í august fóru vit lendisrennarar frá Hálsavøtnum millum Skopun og Sand, og leiðin gekk undir Knúki og víðari móti Skálavík norðan fyri Sandsfjøllini við útsýni inn á Streymoynna og Borðina í Nólsoy.

Ta ið vit høvdu runnið og gingið í ein góðan tíma, kom eitt stórsligið landslag undan kavi framman fyri okkum. Dysjarnar eitur hetta trøllakenda landslagið, sum hendan sólskinsdagin var serstakliga stórbært.

Víðari gekk leiðin til Borgina, sum liggur niðarliga við sjógvin eystast í Norðastahaga í Skálavík, og síðan runnu vit seinastu kilometrarnar eftir einum uppdyrkingarvegi til Skálavíkar, har vit vit ótu ein góðan bita í kaféina í Mølini.

Jú, lendisrenning er áhugaverd og gevandi.

Nógvar bygdagøtur eru heilt góðar at renna á
Skjótt at koma fram
Seinnu árini er tað vorðið alsamt meira vanligt at fara út í natúruna at røra seg, og føroyingar hava í skjótt nógv ár gingið upp á fjallatindar. Seinnu árini eru rennarar eisini farnir at renna í haganum, og hevur hendan rennigrein fingið føroyska heitið “lendisrenning”.

Eftir at hava runnið eitt sindur eftir bygdagøtum í nøkur ár, gjørdist eg í fjør partur av einum bólki á Facebook fyri lendisrennarar. Síðan havi eg verið fleiri rennitúrar haganum við øðrum rennarum, og fyri meg er hetta ein frálíkur máti at røra seg og samstundis síggja føroysku natúruna.

Omanfyri Norðadal ein vetrarrennitúrur (mynd: Pauli Djurholm)
Eins og omanfyri nevnda túr til Dysjarnar í Sandoy, havi vit lendisrennarar runnið ymsa staðni í Føroyum, tó mest í Suðurstreymoy, har umstøðurnar eru góðar at renna eftir hagagøtum og rossagøtum. Túrarnir eru sera ymiskir til longdar, alt frá 10-15 kilometrum til heilt langar túrar. Tann longsti túrurin var úr Tjørnuvík til Havnar, sum er 49 kilometrar.

Nógv spennandi er at síggja í haganum
Hetta er ein sera góður og sosialur máti at koma skjótt fram at síggja og sansa ta stórbæru natúruna í Føroyum. Harafturat er lendisrenning sera góð fyri kroppin. Renningin er ikki so einsháttað sum renning á asfalti, og flestu vøddar í beinunum verða brúktir, tá ið runnið verður á skiftandi undirlendi.

Her er týðandi at nevna, at sjálvandi verður dentur lagdur at virða og verja natúruna, og tað inniber at taka atlit fyri djóralívi og plantulívi.

Lendisrennarar við Leynavatn á veg úr Tjørnuvík til Havnar (mynd: Pauli Djurholm)
Krevst ikki tað stóra
Tað ljóðar kanska av nógvum at renna í haganum. Men í veruleikanum krevst bara, at tú orkar at renna eitt sindur, og at tú keypir tær einar serstakar lendisrenniskógvar, sum er serliga gjørdir til at renna í haganum. Eisini er krav at hava telefon við, so at tað altíð ber til at geva boð frá sær, um tað er neyðugt.

Lendisrenniskógvar eru ofta litfagrir, og teir er eyðkendir við knubbum, sum geva gott festi í lendið
Litfagrir lendisrenniskógvar
Lendisrennarar hava flest allir stóran alsk til lendisrenniskógvarar, og nógv eiga fleiri pør av hesum ofta litføgru skóm, sum verða brúktir alt eftir, hvussu undirlendið og veðrið uppføra seg.

Flest øll ítróttamerki gera lendisrenniskógvar, og millum merkini, sum hava gingið undan á hesum øki, eru Hoka og Salomon.

Tað, sum eykennir lendisrenniskógvar er, at teir hava smáar knubbar undir, sum gera, at festi í lendið er gott. Lendisrenniskógvar hava eisini eyka góða javnvág, so fóturin kann arbeiða væl í skiftandi undirlendi. Eisini fáast vatntættir skógvar, men teimum flestu dáma best skógvar, sum anda væl, so at vætan sleppur út.

Aðrir hentleikar
Umframt góðar skógvar og telefon eru aðrir hentleikar, sum eru góðir at hava við:

Hent er at hava renniryggsekk við í hagan og sjálvandi fylla serligu vatndunkarnar við orkudrykki
Renniryggsekkir eru smáir ryggsekkir, sum er serliga gjørdir at renna við. Teir sita so mikið væl á rygginum, at tú als ikki hugsar um teir, meðan tú rennur. Serstakir vatndunkar fylgja við flestu renniryggsekkjum, sum tað ber til at súgva vatn ella saft úr.

Nútíðar renniur geva alskyns hagtøl um rennitúrin
Renniur við GPS-ara hava eisini allir rennarar. Tað er avgjørt ikki nakað krav. Men tað er áhugavert at síggja, hvussu langt tú hevur runnið, júst hvønn veg tú hevur runnið og hundraðtals onnur hagtøl. Renniur finnast í øllum prísklassum frá nøkrum hundrað krónum til fleiri túsund.

Vindtættur rennijakki er næstan eitt krav í okkara harðbalna veðurlagi, eins og tað altíð er gott at hava rennihúgvu, rennihandskar og eitt tunt hálsrør við.

Gelé við nógvari orku í er væl umtókt hjá lendisrennarum
Flestu rennarar hava eisini okkurt slag av orkuføðslu við í ryggsekkinum. Orkudrykkur er altíð við, og nógv hava eisini orkuríka sjokuláta ella gelé við nógvari orku í. Verður tað meira framkomið, og túrarnir longri, verða fjølbroyttari føðsluískoyti tikið, sum m.a. hjálpir móti sinadrátti í vøddunum. Á longum túrum er eisini gott at hava ein góðan breyðbita við sær.

Eg eri vorðin heilt bitin av hesum rennitúrum í haganum, og mær manglar at síggja heilt nógv av Føroyum. So vónandi verða tað nógvir túrar afturat komandi árini.

Omanfyri Gásadal
Peruluportrið við Reynsmúlalág
Væl nøgdir lendisrennarar (Mynd: Pauli Djurholm)
Túrurin í Sandoy frá Hálsavøtnum til Skálavíkar