So byrjar lívið aftur við nýggjum venjara




Eftir eitt drúgt summar við vinardystum og hálvvánaligum EM-dystum, sleppa vit endiliga at síggja ordiligan fótbólt aftur, nú okkara lið Liverpool vitjar uppflytaran Ipswich, kl. 12.30 í morgin leygardagin.

Og hesaferð byrja vit fullkomuliga av nýggjum, nú Arne Slot úr Niðurlondum skal stjórna okkara monnum, nú vit fyri fyrstu ferð í níggju ár skifta venjara.

Tað er sjálvandi sera ringt at vita, hvussu tað ferð at gangast hjá Arna, tí tað er ikki bara soleiðis at avloysa ein so markantan venjara sum Klopp. Vit kenna eisini søguna um, hvussu tað gekst hjá avloysarunum eftir Alex Ferguson í United og Wenger í Arsenal.

Tað tykist kortini, sum at Liverpool hevur gjørt gott forarbeiði, áðrenn Slot varð settur sum venjari.

Tey flestu vænta, at Liverpool fer framhaldandi at verða við í toppinum í Premier League. Tó eru flestu serfrøðingar samdir um, at tað verða City og Arsenal, sum fara at kappast um meistaraheitið.

Einki keyp
Løgið nokk, so hevur Liverpool ikki keypt ein einasta leikara í summar, og tað sá ikki gott út, tá ið í tað í seinastu viku kiksaði at keypa Zubimendi úr Real Sociedad at spæla í seksaraleiklutinum. Tað kiksaði eisini at keypa Caiceido og Lavia í fjør, so tað er ein nokk so nipin kensla hjá felagnum, at tað heldur ikki eydnaðist í ár.

Somu leikarar í nýggjari spælskipan
Sostatt skal Arne Slot við júst somu leikarum, sum Klopp hevði í fjør, royna at seta eitt “nýtt” lið saman.

Vit hava eisini fingið ábendingar um, hvat vit skulu vænta. Slot hevur fleiri ferðir sagt, at vit fara at spæla meira kontrollerað enn undir Klopp.

Eftir seinasta venjingardyst móti Sevilla, sum Liverpool vann 4-1, gita tey flestu at hetta verður liðið móti Ipswich kl. 12.30 leygardagin.



Slot dámar væl at spæla við tveimum seksarum, og eitt sindur óvæntað sær út til, at Gravenberch verður undir liðini á Mac Allister. Á vinstra bakki verður tað helst Tsmikas, tí Roberson ikki er ordiliga klárur. Quansah fær helst møguleikan í miðverjuni saman við Van Dijk, og sum tað ljóðar á Slot, so verður Alexander-Arnold á høgra bakki og ikki á miðvøllinum. Heilt frammi verður Nunez helst ikki við frá byrjan móti Ipswich, so Jota verður mitt fyri, meðan Diaz og og Salah verða helst á vengrunum.

Vóni at Elliott byrjar
Um hetta verður liðið, so merkir tað, at góðir leikarar sum Gakpo, Elliott, Jones, Nunez, Gomez, Robertson, Konaté, Bradley, Nunez, Keleher og Endo ikki eru við frá byrjan, og tað merkir samstundis, at vit hava rættiliga stóra breidd á liðnum.

Nú vita vit ikki, um liðið verður, sum serfrøðingarnir vænta, og sjálvur kundi eg hugsað mær, at Elliott byrjaði á vøllinum. Hann spældi sera væl í venjingardystunum, men var ikki við móti Sevilla. Eftir mínum optikki, er Elliott ein veruligur gimsteinur, sum bara treingir til at slípast ordiliga. Tað finst valla nakrar meira skapandi leikari enn Elliott í hópinum, og tað sou vit m.a. við tveimum uppleggum móti Arsenal. Hann kann gerast ein veruligur stjørnuleikari, um alt lagar seg komandi árini.

Eisini verður spennandi, um Gakpo klárar at taka góða spælið frá EM-endaspælinum við inn í kappingarárið.

Eisini verður sera spennandi at fylgja Bradley, um hann klárar at halda støðið ella kanska mennast enn meira, og gerast eitt veruligt alternativ til Arnold. Harafturat koma eisini ungu leikararnir Stefan Bajcetic og sera evnaríki 17 ára gamli Trey Nyoni, sum tó helst er ov ungur enn til at gera tær stóru skreytirnar longu nú.

Mugu fyrst vinna á Ipswich
Vónirnar eru rímiliga góðar til Liverpool og Slot. Um tað skal eydnast at fáa eitt gott kappingarár, so er alneyðugt at fáa eina góða byrjan, og tað merkir, at Liverpool nærum er tvungið at vinna fyrsta dystin. Eydnast tað, so kunnu vit hyggja fram til næsta dyst.

Dysturin móti Ipswich verður so avgjørt ikki lættur, tí tað er altíð torført at møta einum uppflytara á útivølli í fyrsta dysti. Ipswich og viðhaldsfólkini eru sjálvandi heilt uppi at koyra, nú felagið spælir sín fyrsta dyst í Premier League í 22 ár.

11. mei 2002 tapti Ipswich 5-0 móti Liverpool á Anfield. Í morgin er nokk, at vit vinna 1-0.