Betrideildin við monnum: Víkingur - HB 2-0 (0-0)
Líkindi vóru góð, og nógvir áskoðarar sóu í Sarpugerði Víking vinna oddadystin móti HB 2-0.
HB hevði meira spæl og fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, tó at Víkingur eisini hevði sínar møguleikar.
Í seinna hálvleiki fór Víkingur longri aftur á vøllin, og gjørdi tað trupult hjá HB at fáa álopsspælið at koyra líka væl sum í fyrra hálvleiki.
Og so gjørdi Víkingur tað, sum Víkingur dugir best. Teir revsaðu tveir feilir, sum HB gjørdi, og so var 2-0.
Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen gjørdu málini, og nú er Víkingur veruliga á meistarakós.
Samandráttir frá 16. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Myndir á in.fo
HB omaná í fyrra hálvleiki
Fyrri hálvleikur var góður og væl spældur í Sarpugerði. Bæði liðini royndu at fara í álop, tá ið møguleikin beyðst.
Serliga álopsspælið hjá HB var gott. Hanus Sørensen var lívligur og við í tí mesta, Sammy Skytte var snúningspunktið, sum skapti góðu støðurnar, og eisini Mattias Voss, Leivur Guttesen og Ási Dam bjóðaðu av í álopspartinum.
Bárður stóð sera væl í málinum
HB spældi seg eisini til nokk av møguleikum til at leggja seg á odda. Men í málinum hjá Víkingi stóð Bárður á Reynatrøð ein rimmar dyst.
Bárður hevur ment seg til ein tryggan aftasta skansa hjá Víkingi. Hann er sera tryggur í luftspælinum og dugir sera væl at lesa spælið. Tað ger at hann ofta hevur lisið skotini av áðrenn tey koma og tí klárar hann at plasera seg so, at tað er rímiliga lætt at bjarga.
Víkingur tipti HB
Í seinna hálvleiki helt spælið á at bylgja eitt sindur aftur og fram. Víkingur byrjaði betri. Men so við og við gjørdist greitt, at Víkingur var nøgt við javnleikin, sum teir eisini betri enn HB kundu liva við.
Víkingur kláraði nú nógv betri at steðga álopinum hjá HB enn í fyrra hálvleiki. Skytte hvarv úr dystinum, og miðvøllurin hjá Víkingi við Geza Turið og Aron Jarnskor Ellingsgaard á odda stóð væl.
Geza skuldi annars vera ógvuliga fegin um, at hann ikki fekk sítt annað gula kort, tá ið hann býttisliga steðgaði einum vandamiklum álopi hjá HB. Men luttutíð fyri Geza, so slapp hann við hvøkkinum, tí dómarin tordi ikki at geva honum annað gula kortið.
HB royndi seg meira og meira við longum sendingum inn um verjuna hjá Víkingi, og tað var tað reina guff fyri Víking, sum lættliga vann allar hesar høgu bóltarnar.
Tveir feilir og tvey mál
Bráddliga so gjørdi HB tað, sum Víkingur bíðaði eftir. Hanus Sørensen, sum ofta tekur heldur stóra risiko á miðvøllinum, misti bóltin, og so gekk skjótt.
Verjan hjá HB traðkaði fram í staðin fyri at bakka, og so var Olaf Bárðarson sendur avstað. Viljormur kláraði ikki at fáa hann aftur, og so sendi Olaf bóltin fram við Teiti Gestssyni og í málið.
Løtu seinni royndi Samuel Chukwudi at skalla bóltin aftur til Teit. Hann fekk tó ikki ordiliga kontakt við høvdinum, Finnur Justinussen kom í millum, og lyfti bóltin í málið til 2-0.
HB hevur nú í tveimum dystum í Eysturoynni hesa vikuna givið mótstøðuliðunum trý mál.
Víkingur á veg til uppiborið meistaraheiti
HB kláraði ikki at svara aftur, og Víkingur vann upp á ein máta, sum Víkingur dugir væl. Teir eru sera displineraðir og duga so sera væl bíða eftir hinum liðinum, um tað er neyðugt.
Søgan um Víking seinastu árni er ein sonn dreymasøga fyri føroyskan fótbólt. Teir hava við venjaranum Jóan Petur Poulsen bygt eitt lið upp, har allur bulurin er egið tilfar. Nakrar leikarar eru komnir av Skála, og Jørgen Nielsen er komin úr NSÍ. Hinvegin er ikki ein einasti útlendingur á liðnum.
Víkingur hevði frálík úrslit í fjør, men kláraði ikki at fáa KÍ aftur. Men í ár bendir alt á, at Víkingur fær løn fyri sítt treiskni at byggja eitt lið upp við egnum leikarum.
Tað skal vera Víkingi so sera væl unt, um tað fer at eydnast teimum at vinna meistaraheitið, sum alt bendir á í løtuni.