B68 stríddist til sigurs móti HB

Betrideildin við monnum: B68 -  HB 1-0 (1-0)
Frøin var stór á Svangaskarði, tá ið B68 heilt óvæntað hevði vunnið á HB, sum bara hevði vunnið og vunnið, síðan teir taptu móti Víkingi í 2. umfari.

Einansta málið í dystinum skoraði Bartal Páll Klein í fyrra hálvleiki, tá ið Viljormur Davidsen hjá HB gleið eftir eina sending frá málverjanum Teiti Gestssyni, og so var 1-0.

HB legði trýst á B68 í undanvindinum í seinna hálvleiki. Men manglandi hugflogið hjá HB, gott verjuspæl hjá B68 og Tórur Thomsen í málinum syrgdu fyri, at B68 vann trý kærkomin og óvæntað stig, meðan HB snávaði í harða meistarastríðnum við Víking.



Samandráttir frá 15. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Myndir á in.fo

Bartal Páll gagnnýtti gávu
Hóast HB hevði bóltin nógv meira og hevði fleiri møguleikar enn B68, so ber væl til at siga at sigurin hjá toftamonnum var uppiborin.

Heimaliðið stríddist væl allan dystin og undan vindinum í fyrra hálvleiki, kláraðu teir at spæla upp við HB. Gávan frá Viljormi Davidsen, sum gav B68 og Bartali Pàll Klein málið kom sjálvandi heilt væl við hjá B68.

HB hevði eisini onkran góðan møguleika í fyrra hálvleiki, men antin gloymdu teir at skjóta ella bjargaði Tórur í málinum.

Tórur og Áki gingu undan hjá B68
Fyrri hálvleikur byrjaði júst, sum øllum mundu vænta. Í undanvindinum legði HB stórt trýst á málið hjá B68. Hanus Sørensen var komin inn í hálvleikinum, og hesa fyrstu løtuna kom HB til nakrar heilt góðar møguleikar og støður, tá ið bólturin var spældur breitt úti í høgru síðu.

Men inn í málið hjá B68 vildi bólturin ikki, og í verjuni hjá B68 bardust teir sum úlvur á skóg. Serliga sjónligur í verjuni hjá B68 var Áki Johansen, sum ruddaði eina rúgvu av bóltum vekk.

Dagsins maður, veteranurin Tórur Thomsen í málinum hjá B68, má eisini nevnast. Hann hevði nakrar framúr bjargingar, og so dugir hann so ómetaliga væl at dríggja tíðina og spæla upp á alt sum spælast kann. Í kvøld var hann ein fongur fyri B68.

Trýstið hjá HB linkaði skjótt
Rættiliga skjótt fór hugflogið av spælinum hjá HB. Spælið hjá nummar tvey í landskappingini gjørdist smalri og smalri, og teir royndu seg mest við ymiskum sendingum undan vindinum, og tað er akkurát tað, sum ikki skal gerast í undanvindi.

Tá ið so Sammy Skytte fór av vøllinum hjá HB, gjørdist bitið í álopsspælinum hjá HB upp aftur verri. Sammy var einasti leikarin hjá HB, sum kláraði at halda upp á bóltin inni í tættpakkaðu verjuni hjá B68., og tá ið hann var farin út, gjørdist upp aftur truplari hjá HB at spæla seg fram eftir miðjum vølli, sum tyktist at vera ætlanin hjá HB. Her kann eisin nevnast, at Mathias Voss, sum er ein av bestu álopsbakkum í bestu deildini stóran part av seinna hálvleiki lá langt inni í vøllinum, og har fekk hann als ikki gagnnýtt sín kvikleika.

B68 trý kærkomin stig
HB helt fram at gera tað sama og sama, til dysturin varð floytaður av, og so vann B68 ein tiltrongdan sigur, sum lyftir teir upp um niðurflytingarstrikuna.

HB misti hinvegin trý stig undan oddadystinum móti Vikingi, sum verður í Gøtu komandi hósdag. Tá má HB helst vinna og fyri alt í verðini ikki tapa, um teir skulu hanga í Víkingi.