Á myndini hevur Áki Samuelsen við sínum triðja máli júst lagt HB fram um 3-0 móti KÍ og harvið avgjørt dystin og sent KÍ úr meistarastríðnum.
Áki skoraði eitt mál tíðliga í fyrra hálvleiki við einum framúr góðum langskoti, eitt fá sekund inn í seinna hálvleik og eitt, tá ið eitt korter var eftir av dystinum.
Samandráttir frá 14. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Myndir á portal.fo
Undan dystinum fekk Teitur Gestsson blómutyssi fyri at hava spælt 400 dystir á besta liðnum hjá HB, og Teitur vísti, at hann framvegis er millum bestu málverjar í Føroyum um ikki tann besti. Við eini fýra fimm frálíkum bjargingum var hann ein av stóru orsøkunum til, at føroyameistararnir úr KÍ vórðu sendir norður aftur til Klaksvíkar við ongum.
Áki er tann nýggi Adrian
Høvðusorsøkin til sannførandi sigurin hjá HB má tó sigast at vera Áki D. Samuelsen, sum annan dystin á rað skoraði hattrick.
Undan kappingini var nógv tosað um, hvussu HB fór at klára seg uttan málini og uppleggini hjá Adriani Justinussen, sum hevur verið klárt vandamiklasti leikarin hjá HB seinnu árini.
Hetta hevur tó ikki víst seg at vera nakar trupulleiki hjá HB, tí 20 ára gamli Áki hevur veruliga fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í føroysku kappingini hetta kappingarárið og hevur skorað 12 ferðir í landskappingini.
Áki var sum blaðungur niðri á ungdómsakademinum hjá FC Midtjylland. Men valdi í 2020 at koma heim aftur at spæla við HB. Tað hevur víst seg at vera tann rætta avgerðin, tí samanborið við aðrar evnaríkar føroyingar í útlendskum feløgum, har menningin ofta sær út til at ganga skeiva vegin, so hevur Áki eftir eitt stutt tíðarskeið á næstbesta liðnum hjá HB, ment seg til ein av berandi leikarunum hjá HB. Í ár hevur hann so tikið avgerandi stigið, og tykist at vera blívin bæði sterkari og kvikari. Serliga sær út til at toppferðin hjá honum er vorðin munandi skjótari, og tí klárar hann at halda mótleikarunum aftanfyri seg, tá ið hann hevur trekt framvið teimum.
Um landsliðsvenjarin ikki vendir blinda eyga til, so man ikki verða leingi, til Áki fær landsliðsboð.
KÍ fleiri góðar møguleikar
KÍ er hart rakt av skaðum hetta kappingarárið eftir sera drúgva og krevjandi kappingarárið í fjør. HB var eisini greitt betri enn KÍ í fyrra hálvleiki og kundi saktans ført meira enn 1-0 í steðginum.
Fyrst málið hjá Áka var millum tey bestu í landskappingini hetta kappingarárið. Úti úr vinstru síðu rak hann inn í vøllin framvið tveimum verjuleikarum, og sendi so bóltin hart upp í handara málhorn, har Mark Jensen bara fekk hondina á bóltin, áðrenn hann fór í málið. Helst átti málverjin at havt klárað at beint bóltin út til hornaspark.
Áki við vinstra beini
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki var KÌ rættiliga ágangandi, og teir ætlaðu heilt sikkurt at koma inn til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður. Hesar ætlanirnar fingu tó eitt skot fyri bógvin beinanvegin, tí tað vóru bara 15 sekund spæld, tá ið Áki við vinstra beininum úr spískum vinkli hevði skotið bóltin inn við nærmastu stong hjá Mark Jensen, sum aftur átti at havt tikið skotið.
Nú tók KÍ yvir spælið, og HB fór longri aftur á vøllin. Undir vanligum umstøðum endar slíkt trýst ofta við einum máli. Men tað riggar ikki ordiliga hjá KÍ í ár. Nógvir leikarar eru skaddir, Árni sparkar ikki eins neyvt sum í fjør, og Páll er heldur ikki líka skarpur framman fyri málinum.
So við og við kom HB undan trýstinum, og KÍ tyktist viðurkenna, at teir máttu norður við ongum.
Áki triðju ferð
Besti maður hjá KÍ, da Silva var skiftur út, og løtu seinni skoraði Áki sítt triðja mál. HB vann bóltin av KÍ á egnari hálvu, Mathias Voss sendi bóltin tvørtur um til Áki, sum sá út til at vera rangstaddur. Men linjudómarin veittraði ikki, og so gjørdi Áki enn eitt trekk framvið einum verjuleikara og hamraði bóltin í málið við høgra beininum. Framúr gott gjørt av dagsins leikara, sum fær alt at rigga fyri tíðina.

KÍ hevði eisini nakrar sera vandamiklar royndir móti málinum hjá HB, tí hóast spæli ikki ordiliga koyrir hjá KÍ, so hava teir nakrar so mikið góðar leikarar, at tað altíð kann gerast vandamikið, tá ið KÍ fer í álop. Í dag var tað serliga Patrick da Silva, sum var ein støðug hóttan í vinstru síðu, og hann var upprunin til nærum allar málroyndirnar hjá KÍ.
Tíverri fyri KÍ, so hevði Teitur ein av sínum heilt góðu døgum í málinum, og KÍ fekk ikki bóltin í kassan.
Tíverri fyri KÍ, so hevði Teitur ein av sínum heilt góðu døgum í málinum, og KÍ fekk ikki bóltin í kassan.
Áki við vinstra beini
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki var KÌ rættiliga ágangandi, og teir ætlaðu heilt sikkurt at koma inn til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður. Hesar ætlanirnar fingu tó eitt skot fyri bógvin beinanvegin, tí tað vóru bara 15 sekund spæld, tá ið Áki við vinstra beininum úr spískum vinkli hevði skotið bóltin inn við nærmastu stong hjá Mark Jensen, sum aftur átti at havt tikið skotið.
Nú tók KÍ yvir spælið, og HB fór longri aftur á vøllin. Undir vanligum umstøðum endar slíkt trýst ofta við einum máli. Men tað riggar ikki ordiliga hjá KÍ í ár. Nógvir leikarar eru skaddir, Árni sparkar ikki eins neyvt sum í fjør, og Páll er heldur ikki líka skarpur framman fyri málinum.
So við og við kom HB undan trýstinum, og KÍ tyktist viðurkenna, at teir máttu norður við ongum.
Áki triðju ferð
Besti maður hjá KÍ, da Silva var skiftur út, og løtu seinni skoraði Áki sítt triðja mál. HB vann bóltin av KÍ á egnari hálvu, Mathias Voss sendi bóltin tvørtur um til Áki, sum sá út til at vera rangstaddur. Men linjudómarin veittraði ikki, og so gjørdi Áki enn eitt trekk framvið einum verjuleikara og hamraði bóltin í málið við høgra beininum. Framúr gott gjørt av dagsins leikara, sum fær alt at rigga fyri tíðina.
Alt riggar hjá HB
Meðan KÍ ikki líkist sær sjálvum frá í fjør, so riggar tað mesta hjá HB. Liðið er sera væl fyri, venjarin dugir at brúka alla beiddina í hópinum, og allir leikarar taka av møguleikanum. Áki og Teitur vóru mest sjónligir í dag. Men tað slepst heltur ikki uttanum at nevna Ejvind Mouritssen, sum spældi framúr væl aftarliga á miðvøllinum. Eisini Ási Dam vardi sera væl fyri vinstra beininum hjá Árna Frederiksberg, og so sæst eisini veruliga, hvussu góður Viljormur Davidsen er, nú hann spælir á einum góðum liði við einum krevjandi venjara.

KÍ úti av meistarastríðnum
Við ósigrinum fyri HB í dag, tykist KÍ úti av meistarastríðnum. Tað er sera ósannlíkt, at KÍ klárar at heinta níggju stig inn á bæði Víking og HB.
HB hevur við sigursstimanum síðan tapið fyri Víkingi í 2. umfari vunnið hvønn tann einasta, og bjóðar veruliga Víkingi av í meistarastríðnum. 4. juli vitjar HB í Gøtu. Áðrenn tað skal Víkingur seinni í vikuni taka móti EB/Streymi og HB vitjar á B68 á Toftum.