Betri Deildin við monnum
NSÍ - HB 2-3 (0-1)
Eina løtu sá út til, at NSÍ fór at vinna sær eitt stig móti oddaliðnum HB. Men endin var, at Heðin Hansen við einum langskoti gjørdi tað til 3-2, og so vann HB sum so ofta í ár við einum máli.
HB var nógv betra liðið meginpartin av dystinum. Mikkel Dahl og Sammy Skytte løgdu HB fram um 2-0, og leiðslan var væl uppiborin.
Seinna part av seinna hálvleiki vaknaði NSÍ, og HB misti brádliga alla orkuna. 10 minuttir vóru eftir, tá ið Pætur Hentze sendi eitt flott langskot/innlegg upp um Teit Gestsson, sum spældi sín dyst nummar 400 fyri HB, og Petur Knudsen javnaði ein minutt seinni.
Nú tók HB aftur yvir alt spælið, og sum nevnt, so avgjørdi Heðin Hansen dystin.
Samandráttir frá 12. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Myndir á in.fo
Gott veður og nógv fólk
Veðurlíkindini at spæla fótbólt í Runavík vóru betri enn væntað, og nógvir áskoðarar vóru eisini til dystin, hóast einki bensin er at fáa í landinum.
Aftur hesaferð má tó berast fram eitt hjartasuff um sera turra vøllin, sum serliga fyrstu løtuna voldi leikarunum stórar trupulleikar.
HB setti seg beinanvegin á dystin og hevði fult tamarhald á dystinum tann fyrsta tíman.
Tað hjálpti sjálvandi væl, at Meinhard Geyti hjá NSÍ gav HB fyrsta málið, tá ið ein ov stutt afturlegging (kanska orsaka av turra vøllinum) endaði hjá Mikkel Dahl, sum úr spískum vinkli vinstru megin sendi bóltin í málið.
HB spældi væl
Spælið hjá HB var gott hendan dystin, og HB hevði eisini onkrar møguleikar at økja fyrra hálvleiki.
Hanus Sørensen spældi sera væl á miðvøllinum. Hann er farin at reika nógv meira runt á vøllinum samanborið við fyrstu dystirnar í ár, og í dag lat hansara bandaspæl við Mikkel Dahl ofta verjuna hjá NSÍ upp, áðrenn bólturin var sendur út í síðurnar.
Ein spennandi tvídystur var millum kviku leikararnar Petur Knudsen og Mathias Voss. Petur hevur mangan volt mongum verjuleikara stórar trupleikar, og tað sá út til, at HB hevði lagt upp fyri hesum við at lata annars offensiva Voss liggja sera aftarlaga á vøllinum. Petur var eisini merkiliga friðarligur meginpartur av hesum dystinum.
Sum fyrri hálvleikur leið, fór Voss oftari longra fram á vøllin, og meðan hann vanliga rennur av høgra bakki fram við síðulinjuni, rak hann í dag fleiri ferðir inn í vøllin og beint móti málini, og tað tyktist at volda NSÍ ávísar trupulleikar.
Seinni hálvleikur helt fram sum fyrri, og tað var einki at siga til, at HB kom fram um 2-0, tá ið Hanus Sørensen legði bóltin innfyri í pannuna hjá óvarda Sammy Skytte.
NSÍ vaknaði og HB punkteraði
Beint sum alt bendi á ein tryggan sigur til havnarliðið, broyttist alt. NSÍ sendi nýggjar leikarar á vøllin, og Petur Knudsen fór fram í álopi. Innskiftu Aron Knudsen, Beinir Nolsøe og Mórits Heini Mortensen settu veruliga lív í NSÍ, samstundis sum tað sá út til, at alt liðið hjá HB punkteraði í einum.
HB fekk nú einki at hanga saman, og teir dugdu als ikki at hava tamarhald á dystinum, nakað sum teir annars hava duga væl í ár. Í staðin fyri bara at spæla bóltin runt har afturi, royndi HB alla tíðina at senda avgerandi bóltar beint fram eftir vøllinum, og har vann nývaknaða NSÍ-liðið hvønn einasta bólt og so var í staðin fyri vandi á ferð hinvegin.
Tað var bara ein spurningur um tíð, so fór NSÍ at skora, og tá ið 83 minuttir vóru spældir kom veruligt lív í dystin. Nakað úti í høgra borði rak Pætur Hentze fram eftir, og antin skeyt hann sera hegnisliga upp um Teit í málinum hjá HB ella kanska var hann heppin. Bólturin fór í øllum førum í málið.
Í sama minutti legði innskifti Búi Egilsson bóltin innfyri úr vinstru síðu, og nú var Petur Knudsen har og beindi bóltin í málið. Lagið var nú óført við Løkin
Heðin avgjørdi
Javnandi málið var sum ein kontakt. Nú var HB aftur greitt omaná, og einum oddaliði so líkt, so gav tað eisini úrslit. Heðin Hansen fekk møguleikan á miðvøllinum í dag, nú Ejvind Mouritsen hevði leikbann, og Heðin spældi sín besta dyst í langa tíð. Tað var kortini óvæntað, at júst hann avgjørdi dystin. Við einum róligum langskoti í yvirtíðini legði hann bóltin helt út við stongina, og so fór HB til Havnar aftur við øllum stigunum.
HB er framvegis javnt við Víking heilt ovast á stigatalvuni við 33 stigum. Víkingur vann týðandi sigur móti KÍ á Norðoyarstevnu í dag.
NSÍ er nummar fýra og kappast við B36 og kanska eisini 07 Vestur, at vinna seinasta plássið í evropeiskum fótbólti, sum fjórða plássið helst gevur.