Steypakappingin um Løgmanssteypið
HB – VÍkingur 1-0 (1-0) (fyrra hálvfinala)
HB vann fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi. Jacob Johansson legði HB fram um longu í 13. minutti, og sum heild var HB nógv betri í fyrra hálvleiki.
Í seinni hálvleiki var Víkingur betri við, tó uttan at skapa teir stóru møguleikarnar. Ejvind Restorff Mouritsen hjá HB fekk eitt bíligt reytt kort seint í dystinum, og Víkingar hildu, at teir áttu brotsspark, tá ið bólturin kom í hondina á Bartali Wardum inni í brotsteiginum.
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
HB steðgaði Geza
HB hevði lisið væl upp á, hvussu Víkingur skal steðgast, og serliga eydnaðist væl at verja fyri Geza Turi, sum man vera besti spælari í landskappingini higartil í ár. Ejvind Mouritsen, Sammy Skytte og Hanus Sørensen kláraðu at forða Geza at gera eyðkendu trekkini fram eftir miðjum vølli, og noyddu úrmælingin at spæla tvørtur um og aftur eftir.
Víkingur manglaði eisini Sølva Vatnhamar, og tað var týðiligt, at Víkingur saknaði hansara málsøkna spæl fram eftir vøllinum.
Voss er sera kvikur
Fyrstu løtuna vísti Mathias Voss hjá HB nakrar ferðir, at hann er millum kvikastu leikarar í føroysku kappingin bæði við og uttan bólt.
Tað sá næstan út, sum eingin víkingur stóð fyri, tá ið danin streyk fram við sínum mótleikara í høgru síðu, og tá ið 13 minuttir vóru spældir sendi hann bóltin innfyri. Bólturin endaði hjá Viljormi Davidsen á brotsteigarmarkinum hinumegin málið, og hansara kiksaða skot endaði hjá Jacob Johansson, sum beint undir málinum vísti sítt máltev, og so var 1-0.
HB helt fram at vera omaná og megnaði at spæla framvið høga trýstinum hjá Víkingi. Beint fyri hálvleik var trýstið hjá Víkingi tó so mikið gott, at HB gjørdi nakrar vandamiklar skeivar sendingar á egnari hálvu, og hjá HB var nokk gott at koma til hálvleiks.
Víkingur skapti lítið
Víkingur var munandi betri við í seinna hálvleiki. Men teir høvdu trupult við at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Tað varð til heilt nógv hornaspørk, men verjan hjá HB er tøtt í ár við Samuel Chukwudi og Bartali Wardum í miðverjuni.
Nærmast kom Víkingur, tá ið Poul Kalsberg við fríspark noyddi Teit Gestsson at bjarga á yvirleggjaran.
Tíggju minuttir fyri tíð fekk Ejvind hjá HB reytt kort fyri eina at síggja til púra vanliga takkling, sum bara átti at givið gult kort. Men dómarin, Rúni Gaardbo, hevði lagt eina alt ov harða linju í annars spælda og lítið harðliga dystinum. Og so hevur Rúni Gaardbo tað við at koma í fokus burtur úr støðum, sum eingin annar sær.
Hinvegin so kom bólturin í yvirtíðini týðiliga í hondina á Bartali Wardum inni í brotsteiginum, og HB’ararnir kunnu helst vera glaðir fyri, at tað ikki varð brotsspark.
Løgdu merkiliga nógv fyri
Eftir reyða kortið, hevði Víkingur bóltin, og teir løgdu í roynd og veru merkiliga nógv fyri í royndini at javna, tá ið hugsað verður um, at ein heilur dystur er afturat. Tað kundi og mundi havt við sær, at HB fekk uppaftur betri útgangsstøði, tí HB og serliga innskifti Mikkel Dahl hevði tveir sera góðar møguleikar at økja, og eisini hevði HB fleiri góðar støður.
Úrslitið 1-0 hevur við sær, at alt er opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld í Gøtu 19. juni. Víkingur spælir sjáldan so vánaligt, sum móti HB í kvøld, og tað er lítið at ivast í, at Sølvi Vatnhamar verður við seinnu hálvfinaluna, og tað plagar at gagna Víkingi.
Í hinari hálvfinaluni vann 1. deildarliðið TB heilt óvæntað 1-0 móti B36, sum hevur sera trupult við at fáa gongd á kappingarárið. Tað er tó eingin, sum væntar, at TB hevur nakran møguleika at koma í finaluna, tí B36 er risastórur favorittur í seinnu hálvfinaluni á heimavølli 19. juni.