HB tvífalt so nógv stig sum B36



Betri Deildin við monnum
HB – B36 1-0 (2-1)

Í fyrra hálvleiki var HB nógv betra liðið og hevði fleiri góðar atsóknir. B36 hevði tó ein rimmar møguleika, áðrenn Mikkel Dahl legði HB fram um beint fyri hálvleik.

Í seinna hálvleiki byrjaði B36 nógv betri og legði trýst á HB langt frammi á vøllinum. Tað gav úrslit fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Marius Kryger Lindh skallaði bóltin í málið.

Seinni hálvleikur var javnari, og serliga B36 hevði góðar møguleikar at leggja seg fram um. Í staðin varð tað Viljormur Davidsen, sum sendi eitt fríspark beinleiðis í málið og avgjørdi dystin.

B36 hevði bóltin tvær ferðir í málinum. Men dómarin kolldømdi bæði málini.

Samandráttir frá 10. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Myndir á portal.fo
Myndir á in.fo

 

Aftur hesaferð eydnaðist HB at vinna móti B36, hóast B36 tað sama kundi farið í sigrinum. HB hevur nú ikki tapt móti B36 17 dystir á rað.

HB stýrdi fyrra hálvleiki
Hendan dystin var HB nógv betri liðið í fyrra hálvleiki. B36 kom ikki so langt fram á vøllin sum í fyrra dystinum og lat í staðin HB spæla sítt seigliga spæl. Samstundis lá B36 kompakt og kláraði at halda skapandi leikarunum hjá HB, Hanusi Sørensen og Áka Samuelsen, úr dystinum.

Kanska lat B36 grannarnar hava ov nógv spæl, tí tað tyktist meira og meira ein spurningur um tíð, so fór HB at skora.

B36 fekk tó sín møguleika, tá ið Marius Kryger Lindh slapp at reka einsamallur móti málinum, men hann rakti við síðuna av.

Eitt eyðkent Mikkel Dahl mál
Avbrennarin hjá B36 gjørdist dýrur, tí í næsta álopi, endaði bólturin rættiliga tilvildarliga hjá Mikkel Dahl inni í brotsteiginum hjá B36, og fyrrverandi málrevurin vísti við einum av sínum eyðkendu spakuligu skotum út við stongina, at hann framvegis dugir at skora.

B36 fekk ein góðan møguleika afturat áðrenn steðgin. Men Zean Peetz Dalügge brendi.

B36 svarar aftur
B36 kom sum eitt nýtt lið á vøllin í seinna hálvleik, og teir fóru langt fram á vøllin at trýsta HB. Tað riggaði eisini væl, tí HB helt fram við at royna at spæla seg seigliga á egnari hálvu. Trýstið hjá B36 gjørdi, at HB gjørdi nógvar skeivar sendingar.

Tað gav longu úrslit, tá ið eini fimm minuttir vóru spældir. Bjarki Nielsen legði eitt gott innlegg úr høgru síðu, og har skallaði ein púra óvardur Kryger Lindh bóltin í málið.

B36 nógvar møguleikar
Hesa løtuna fyrsta korterið av seinna hálvleiki koyrdi B36 á HB, og fleiri ferðir var um reppið at B36 kom fram um. HB helt fram at missa nógvar bóltar í vandamiklum støðum, og B36 vísti okkum, hvussu tað ber til at trýsta annars væl leikandi HB-liðið í uppbyggjandi fasuni av spælinum.

Eitt B36 mál var kolldømt fyri rangstøðu eftir hornaspark. Bjarki Nielsen brendi púra leysur framman fyri málinum, Teitur bjargaði. Og so var enn eitt hornasparksmál kolldømt fyri rangstøðu.

Viljormur avgjørdi
Hjá HB kom Heðin Hansen inni fyri Sami Skytte, sum var gliðin úr dystinum eftir ein góðan fyrra hálvleik. Hetta stabiliseraði spælið hjá HB eitt sindur, og í einum mótálopi um miðjan seinna hálvleik fekk HB fríspark beint uttan fyri brotsteigin eitt vet høgrumegin.

Frísparki lá til eitt skot við vinstra beini, og landsliðsskiparin, Viljormur Davidsen, sendi bóltin beint í málið inn við handaru stong. Bjarti Mørk í B36-málinum átti helst at bjargað frísparkinum, tí bólturin kom í hansara síðu.

HB hevur neyvleikan og hepni
B36 gjørdi alt í síni makt at javna, og tað varð til einar tveir góðar møguleikar. Tað gav HB gott pláss at fara í álop, og HB hevði eisini sínar møguleikar.

Endin var, at HB einum oddaliðið so líkt hevði neyðuga neyvleikan og neyðuga hepni at vinna ein javnan dyst. Tað hava teir havt fleiri dystir higartil í ár.

HB hevur nú við 27 stigum nærum tvifalt so nógv stig sum B36 við 14 stigum. Fyri B36 merkir hetta at allir dreymar og ætlanir um at vinna meistaraheitið er farnar í skeljasor.

HB er hinvegin ein veruligur avbjóðari hjá Víkingi í stríðnum um FM, og beint aftanfyri lúrir KÍ, sum í annaðkvøld spælir á Skála.

Avgerandi frísparki hjá Viljormi Davidsen