Jürgen Klopp føldi seg einsamallan, tá ið nógv viðhaldsfólk rýmdu 10 minuttir fyri tíð í ósigrinum móti Crystal Palace í einum av fyrstu dystunum hjá Klopp sum venjara hjá Liverpool á heysti 2015.
Nakrar vikur seinni tann 13. desembur 2015, tá ið Liverpool júst hevði spælt ein skuffandi javnleik móti West Bromwich heima á Anfield, fór Klopp saman við leikarunum at takka viðhaldsfólkunum fyri tann góða stuðulin.
Undan hesum dystinum móti West Bromwich kravdi nýggi litríki týski venjarin fullan stuðul frá heimaáskoðarunum, og hóast lagi á Anfield ikki var tað besta, tá ið West Bromwich seint í dystinum førdi 2-1, so vóru viðhaldsfólkini seinastu løtuna við til at lyfta liðið á vøllinum, og rættiliga sigandi, var tað, at Divock Origi javnaði langt inni í yvirtíðini.
Týðandi, hvat fólk halda, tá ið eg gevist
Eftir at Luis Suarez var nær við at gera Liverpool til meistara í 2014, gekk afturá hjá Brendan Rodgers, og tá ið Liverpool tíðliga í oktobur 2015 lá á tíggjunda plássið, var tolið uppi hjá leiðsluni í Liverpool, og Rodgers varð sendur til hús.
Nakrar dagar seinni tann 9. oktobur 2015, váttaði Liverpool, at Jürgen Nobert Klopp var nýggjur venjari hjá Liverpool. Longu á fyrsta tíðindafundinum legði hann Liverpool og alt fótbóltsongland undir seg við sínum karakteristiska verumáta.
Klopp kallaði seg sjálvan “The normal one”, og segði at hansara mál var at fáa Liverpool frá at ivast til at trúgva upp á tað. Hann legði eisini dent á, at tað ikki var so týðandi, hvat fólk hildu um hann beint nú, men hvat tey hildu, tá ið í hann einaferð gavst í Liverpool.
So var tónin settur, og frá fyrsta degi fór at ganga rætta vegin. Vit fóru at trúgva upp á tað, og ikki eina løtu síðan hevur eitt einasta viðhaldsfólk verið í iva um, at Klopp var rætti venjarin hjá Liverpool FC.
Tungmálmsfótbóltur
Longu í fyrsta dystinum móti Tottenham á útivølli sást broyting. Nú var orka í liðnum, sum fór langt fram á vøllin at trýsta, og Klopp kallaði spælistílin fyri tungmálmsfótbólt.
Mignolet, Clyne, Skrtel, Sakho, Moreno; Can, Lucas, Milner, Coutinho, Lallana og Origi byrjaðu á vøllinum leygardagin tann 15. oktobur 2015, og ógvuliga sigandi, so var dysturin spældur tíðliga um middagsleiti. Nakað, sum Klopp ikki kundi tola.
Tá ið kemur til úrslit, gekk ikki ordiliga fram á beinanvegin, og Liverpool endaði á 8. plássið fyrsta kappingarárið hjá Klopp.
Boom!
3-0 sigurin móti Manchester City á vári 2016, vísti okkum, hvat var í væntu, og eftir dystin segði Klopp bara “BOOM!”.
Tá ið sonurin og eg vóru á Anfield fyrst í apríl 2016 við ferðalagi hjá "Liverpool Føroyum", var einki at ivast í, at Klopp var stjørnan í Liverpool FC, tá ið hann undan dystinum stóð á mitt á vøllinum og eygleiddi mótstøðuliðið hita upp (myndin). Tíverri javnaði Tottenham til 1-1, eftir at Philippe Coutinho hevði lagt okkum fram um.
Tað, sum bjargaði fyrsta kappingarárinum hjá Klopp vóru finalurnar í League Cup og Europa League, sum tíverri vóru taptar báðar tvær.
Men serliga 4-3 sigurin móti fyrrverandi liðnum hjá Klopp, Dortmund, í seinnu hálvfinaluni í Europa League stendur eftir í minninum. Fyrri dysturin á útivølli var endaður javnur 1-1, og undan seinnu hálvfinaluni heima á Anfield, var “You’ll never walk alone” sungu betri og harðari enn nakrantíð.
Hetta evropeiska kvøldið gjørdist sera minniligt, hóast tað sá svart út, tá ið Dortmund kom fram um 3-1, tá ið ein tími var spældur. Nú skuldi Liverpool skorað tríggjar ferðir, akkurát sum móti Olympiakos á sinni og í Istanbul. Coutinho gav okkum skjótt eina lítla vón, Sakho gav okkum veruliga vón, og tá ið Lovren í yvirtíðina skallaði Liverpool í finaluna, kókaði Anfield yvir.
Bygdi spakuliga upp
Fyrsta lítla kappingarárið brúkti Klopp teir leikarar, sum vóru í felagnum. Allir fingu ein møguleika at vísa seg, áðrenn Klopp á sumri 2016 byrjaði at byggja sítt meistaralið upp.
Coutinho, Henderson, Firmino, Milner, Gomez, Origi og Can yvirlivdu frá liðnum hjá Rodgers, meðan aðrir gliðu spakuliga út.
Mané, Wynaldum og Matip komu hetta summarið, og seinni hetta kappingarárið 2016/17 spældi blaðungi Trent Alexander-Arnold seg inn á liðið. Tað eydnaðist við 76 stigum at koma á 4. pláss, og harvið spæla seg til Champions League. Ongantíð fyrr hevði nummar 4 havt so nógv stig.
Kappingarárið 2017/18 gjørdist upp aftur betri. Salah, Robertson og Oxlade-Chamberlain løgdust afturat, og í januar kom helst mest týðandi leikarin Klopp, keypti, verjurisin, Virgel van Dijk. Samstundis gav sølan av Coutinho til Barcelona nógvar pengar í kassan
Nú fór veruliga at líkjast, men ósigurin í finaluni í Champions League fyri Real Madrid, vísti, at framvegis manglaði ein veruliga góður málverji.
Á sumri 2018 var Alisson Becker heintaður úr Roma at standa millum stengurnar hjá Liverpool. Klopp fann eisini sín endaliga 6-ara í Fabinho, tá ið Can valdi at fara av skútuni.
Nú var liðið hjá Klopp fult mannað.
Heilt uppi, har klokkurnar ringja
Tey bæði næstu kappingarárini 2018/19 og 2019/20 gjørdust tey bestu hjá Liverpool í nýggjari tíð. Leikliga var liðið nú á ófatiliga høgum stigi. Samstundis varð Liverpool nú ein vinnaramaskina, sum bara vann og vann. Tíverri so var Manchester City á sama stigi, og tá ið bólturin var millimetrar frá at fara inn um mállinjuna í útidystinum móti City, var hetta avgerandi løtan í kappingarárinum. Tey 97 stigini í Premier League vóru akkurát ikki nokk, tí City fekk 98. Ongantíð fyrr hevði nummar 2 havt so nógv stig.
Undan finaluni í Champions League móti Tottenham, var ein ávísir ótti á øllum okkum viðhaldsfólkum hjá Liverpool. Tí skuldu vit vit aftur tapa nú? Dugdi Klopp bara at tapa finalur og avgerandi dystir?
Tað eydnaðist tó at vinna finaluna rímiliga lættliga. Gleðin var stór hjá føroyskum Liverpoolfjeppaðum í Dansifrøi, og í Liverpool var farið á minniligan sigursbusstúr runt í býnum. Men framvegis bíðaði meistaraheitið, nú á 30 ári.
Endiliga!
Liverpool helt somu leikligu góðsku í 2019/20, kanska eitt vet betri og við meira kontrollerandi kynismu.
Liverpool átti hetta kappingarárið, og tá ið farið var inn í 2020, var meistaraheitið so at siga í hús.
Men lætt skuldi tað ikki verða. Ja, øll verðin steðgaði upp, nú Liverpool var um at knógva 30 ára meistaraturki. Koronasóttin legði heimin lamnan, og tá ið kappingini var tikin upp aftur við ongum áskoðarum, var einki, sum tað átti at vera.
Hóskvøldið 25. juni 2020 kom meistaraheitið endiliga í hús, tá ið City tapti fyri Chelsea. Leikararnir hjá Liverpool vóru samlaðir at hátíðarhalda meistaraheitið, og tað var so festligt, at Klopp í samrøðu við “The Redmenn” um dagarnar, sigur, at hann minnist ikki, um tað passar, at hann ringdi til Alex Ferguson hetta kvøldið.
Misjavnt
Árini síðan meistaraheitið hava verið misjøvn, men kortini altíð áhugaverd. Eftir nógvar skaðar í 2020/21 eydnaðist í seinasta umfarið at tryggja pláss í Champions League.
Í 2021/22 var Liverpool leingi á veg móti “the quadruple”. Men aftur vóru vit við 92 stigum eitt stig aftanfyri City. Í finaluni í Champions League taptu vit aftur fyri Real Madrid.
Enn einaferð punkteraðu vit eftir eitt frálíkt kappingarár. Í 2022/23 gjørdist allur miðvøllurin knappliga ov gamal, og fyri fyrstu ferð kláraði Klopp ikki at spæla Liverpool til Champions League.
Fráboðan setur eld á
Hetta seinasta kappingarárið sá eina løtu út til at kunna gerast veruliga spennandi. Við nýggjum miðvølli væntaði eingin nakað serligt.
Men 26. januar 2024 boðaði Jürgen Nobert Klopp frá, at hansara tíð í Liverpool nærkast endanum. Hetta setti eld í tað heila. Carabao Cup var vunnið, og við frálíkum avrikum fyrst í hesum árinum fóru vit aftur at droyma. Eina løtu bjóðaðu vit City og Arsenal av í stríðnum um meistaraheitið, og dreymurin um FA-cup og Europa League livdi eisini enn.
Tapini móti United í FA-cup og Premier League dempaðu vónirnar, og tá ið sonurin, og eg eftir 8 ár aftur fóru við "Liverpool Føroyum" til Liverpool at hyggja eftir monnunum hjá Klopp, ja, tá kolapsaði alt.
Meðan vit koyrdu buss úr Edinburgh til Liverpool, hølvaði Atalanta okkum av í Europa League heima á Anfield.
Og sunnudagin 14. apríl vóru vit á Anfield, tá ið Crystal Palace skuldi smyrjast av. Eins og átta ár áðrenn, stóð Klopp á miðjuni og eygleiddi mótstøðuliðið (myndin ovast), og hóast vit vóru nógv betri liðið og vassaðu í møguleikum, so sá eg fyri fyrstu ferð Liverpool tapa. Tá ið Liverpool so eisini tapti móti Everton, var kappingarárið endaliga farið, og eftir var bara at njóta tíðina hjá hesum frálíka týska venjaranum, sum hevur givið okkum alt.
Vinna vit í dag móti Wolves, koma vit á 82 stig. So nógv stig hevur nummar 3 í Premier League ongantíð havt.
Øll dáma Klopp
Tíðin við Klopp hevur verið heilt serlig. Eftir mong ár við misjøvnum spæli og úrslitum, fekk hann Liverpool at spæla frálíkan orkufullan álopsfótbólt. Sum oftast var tað gott, inn í millum minni gott, men altíð var tað stuttligt at hyggja at hesum orkufulla liðnum.
Helst átti Klopp at havt vunnið fleiri steyp. Eitt meistaraheitið afturat hevði givið eina rættari mynd. Men tað skal havast í huga, at hann hevur kappast við ein framur gott Manchester City lið, sum við einum ótømiligum pengapungi hevur brotið allar fíggjarligar lógir hjá UEFA uttan nakrar avleiðingar.
Klopp gav okkum tó so nógv annað enn góðan fótbólt. Hann vann okkara hjørtu við sínum stóra smíli, sínum gløggu eygleiðingum og sínum væl talandi munni. Sum svorin sosialist passaði hann eisini væl inn í arbeiðarabýin Liverpool.
Tað er torført ikki at dáma Klopp. Hann tosar altíð gott um øll, ja, sjálvt United og Everton. Tí dáma øll eisini Klopp, og stór semja er í Onglandi um, at Premier League fer at sakna Klopp.
Kann sammetast við Shankly
Klopp kann upp á nógvar mátar samanberast við Shankly. Báðir hava verið sera litríkir og væl talandi, og báðir av bygt eitt lið upp frá nærum ongum. Og sum tað mest týðandi, hava báðir verið fólksins menn.
Vónandi er grundarlagið, sum Klopp hevur bygt upp, eins sterkt og tað, sum Shankly smíðaði. Ein munur er tó, at hesaferð hvørvur nærum alt venjaratoymið, og við tí hvørvur ein kolosal vitan úr felagnum.
Stórvaskið á miðvøllinum seinasta summar og nógvir lovandi ungir leikarar boða tó frá góðum. So tað sær út til, at Arne Slot hevur nakað at byggja víðari á, hóast tað kann tykjast ræðandi at taka yvir eftir ein so fullkomnan venjara sum Klopp.
Klopp fekk okkum at trúgva upp á tað aftur.
Danke!
You’ll never walk alone
Øll dáma Klopp
Tíðin við Klopp hevur verið heilt serlig. Eftir mong ár við misjøvnum spæli og úrslitum, fekk hann Liverpool at spæla frálíkan orkufullan álopsfótbólt. Sum oftast var tað gott, inn í millum minni gott, men altíð var tað stuttligt at hyggja at hesum orkufulla liðnum.
Helst átti Klopp at havt vunnið fleiri steyp. Eitt meistaraheitið afturat hevði givið eina rættari mynd. Men tað skal havast í huga, at hann hevur kappast við ein framur gott Manchester City lið, sum við einum ótømiligum pengapungi hevur brotið allar fíggjarligar lógir hjá UEFA uttan nakrar avleiðingar.
Klopp gav okkum tó so nógv annað enn góðan fótbólt. Hann vann okkara hjørtu við sínum stóra smíli, sínum gløggu eygleiðingum og sínum væl talandi munni. Sum svorin sosialist passaði hann eisini væl inn í arbeiðarabýin Liverpool.
Tað er torført ikki at dáma Klopp. Hann tosar altíð gott um øll, ja, sjálvt United og Everton. Tí dáma øll eisini Klopp, og stór semja er í Onglandi um, at Premier League fer at sakna Klopp.
Kann sammetast við Shankly
Klopp kann upp á nógvar mátar samanberast við Shankly. Báðir hava verið sera litríkir og væl talandi, og báðir av bygt eitt lið upp frá nærum ongum. Og sum tað mest týðandi, hava báðir verið fólksins menn.
Vónandi er grundarlagið, sum Klopp hevur bygt upp, eins sterkt og tað, sum Shankly smíðaði. Ein munur er tó, at hesaferð hvørvur nærum alt venjaratoymið, og við tí hvørvur ein kolosal vitan úr felagnum.
Stórvaskið á miðvøllinum seinasta summar og nógvir lovandi ungir leikarar boða tó frá góðum. So tað sær út til, at Arne Slot hevur nakað at byggja víðari á, hóast tað kann tykjast ræðandi at taka yvir eftir ein so fullkomnan venjara sum Klopp.
Klopp fekk okkum at trúgva upp á tað aftur.
Danke!
You’ll never walk alone