HB bjóðar av eftir sannførandi dyst

Ejvind leggur HB fram um 1-0

Betri Deildin við monnum
Skála - HB 0-3 (0-0)
Við 3-0 sigri á útivølli móti Skála er HB komið ájavnt við Víking í stigum heilt uppi í toppinum á stigatalvuni í Betri Deildini.

HB sat á so at siga øllum spælinum á Skála. Men Skála dugdi at gera tað trupult hjá HB at koma til møguleikar, og í hálvleikinum var 0-0.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaðu, so legði Ejvind Restorff Mouritsen HB fram um, og seinastu tíggju minuttirnar øktu Mikkel Dahl og Áki Samuelsen til 3-0.

 


Samandráttir frá 9. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Myndir frá Eysturoyarportalinum


Tað seiga trekkið
Avrikið hjá HB á Skála í kvøld var sannførandi. Eins og fleiri aðrar dystir móti liðum í lægra endanum, so HB hevði bóltin frá meginpartin av tíðini, tó uttan at skapa tað stóra.

Spælið er tolið, og tað sær ikki út til at fara at henda tað stóra. Hetta er ikki tað, sum ofta hevur eyðkent HB seinnu árini, har eitt hart trýst verður lagt á málið hjá hinum, meðan verjuparturin ofta er meira ivasamur.

Nú er alt meira "tað seiga trekkið", har tað er meira tamarhald á støðuni, meðan tað spakuliga verður bygt upp frá einum tryggum verjuparti. Bólturin verður spældur róliga frá síðu til síðu, og tað krevur ofta nógv av ótolnu viðhaldsfólkunum, sum vilja hava bóltin skjótt fram eftir vøllinum

Soleiðis fór allur fyrri hálvleikur í dag, og ikki fyrr enn tvær ferðir beint fyri hálvleik, setti HB ferð á. Fyrst gjørdist Áki Samuelsen við baklinjuna inni í brotsteiginum vinstru megin, men hann skundaði sær ov nógv at leggja inn. Løtu seinni brendi Hanus Sørensen ein rimmar møguleika eftir eitt frálíkt álop.

Drúgvir skálamenn
Skála reið stormin av sær í fyrra hálvleiki. Liðið hjá skálamonnum tykist klárt at yvirliva í bestu deildini. Menninir duga at spæla bólt, og sum flest øll onnur lið undir Paula Poulsen, so standa teir eisini væl í verjupartinum.

Móti HB knípti tað kortini við at gerast vandamiklir fram eftir vøllinum. Men tað er nokk ikki móti HB, at Skála ætlar sær tey nógvu stigini í ár.

Góður seinni hálvleikur hjá HB
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá ið HB legði seg fram um. Sera kviki Mathias Voss rak úr høgru síðu inn í brotsteigin, og eftir einar tvær skotroyndir endaði bólturin hjá Ejvind Restorff Mouritsen, sum prikaði bóltin í málið.

HB helt fram at koma til fleiri góðar møguleikar allan seinna hálvleik og kundi í fleiri førum avgjørt dystin. Serliga eftir at danirnir Sammy Skytte og Mikkel Dahl kom á vøllin eftir eitt korter, kom meira bit í álopsspælið hjá HB. Helst vóru skálamenn troyttir av at verja, men teir báðir danirnir gjørdu mun.

Mikkel Dahl kenna vit, og á einum góðum degi, á einum góðum liði, hevur hann við sínum renningum og góðu spælfatan evnini at fáa álopsspælið at flóta betri, og tað hendi eisini móti Skála.

Sammy Skytte hava vit bert sæð heilt lítið til higartil. Men her er einki at ivast í, at HB hevur fingið fatur á einum sera góðum, sterkum og bólttryggum miðvallarleikara, sum kann fara at vísa seg at gerast sera týðandi, um HB veruliga ætlar at bjóða av í meistarastríðnum.

Troyttir skálamenn
Móti endanum av dystinum vóru skálamenn so troyttir, at teir nærmast vinglaðu á vøllinum, sum ein illa sligin boksari. HB hevði eina rúgvu av møguleikum, og millum annað brendi Áki upp á tað skammiligasta púra leysur ein rimmar møguleika. Eisini Mikkel Dahl brendi onkran stóran møguleika. Teir báðir, Mikkel og Áki endaðu kortini við at skora hvør sítt mál, og so endaði dysturin 3-0.

Við í  meistarastríðnum
Dysturin móti Skála gjørdist ikki so trupul fyri HB, sum fleiri høvdu væntað. Hetta var kanska mest sannførandi sigurin hjá HB í ár, og nú blandar HB seg veruliga í meistarastríðið, eftir at KÍ vann á oddaliðnum Víkingi mánakvøldið. Meistarastríðið er í løtuni millum Víking, HB og KÍ. Men tað kann sjálvandi broytast skjótt.

Skála fer helst ikki niður
Hóast Skála tapti hendan dystin, so sær út til, at Skála er nógv betri stillað at yvirliva í bestu deildini í ár samanborið við fyri tveimum árum síðan. Teir hava spakuliga bygt liðið upp rundan um lokalar leikarar uttan at styrkja seg alt ov nógv við leikarum úti frá. Tað kostaði eina niðurflyting fyri tveimum árum síðan. Men nú tykjast skálamenn klárir at yvirliva í bestu deildini.