KÍ setti eld í FM-stríðið

Betri Deildin við monnum
KÍ – Víkingur 2-1 (1-1)
Í einum jøvnum dysti í Klaksvík eydnaðist verandi føroyameistarum úr KÍ at vinna 2-1 móti oddaliðnum Víkingi.

Víkingur fekk annars eina dreymabyrjan, tá ið veteranurin Sølvi Vatnhamar legði Víking fram um.

KÍ kom betri við í dystin, og væl leikandi Árni Frederiksberg javnaði við beinleiðis hornasparki.

Í seinna hálvleiki, tók Víkingur alsamt meira yvir spælið. Men kortini var tað innskifti Dávid B. Andreasen, sum stutt fyri leiklok skoraði sigursmálið hjá KÍ.

Samandráttir frá 9. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo


Gott verður og nógvir áskoðarar, 1500 siga tey, vóru við Djúpumýrar til tann rættiliga avgerandi dystin millum KÍ og Víking.

Fyri KÍ merkti ein ósigur, at teir fyribils máttu siga farvæl til Víking í FM-stríðnum. Ein heimasigur merkti hinvegin, at KÍ veruliga var við aftur í stríðnum um FM.

Ov stóra virðing fyri Víkingi
Frá byrjan var týðiligt, at KÍ hevði stóra virðing fyri væl smurdu maskinuni hjá Víking, sum í longri tíð bara hevur vunnið og vunnið.

Og virðingin var kanska ov stór, tí tað vóru bara fimm minuttir spældir, tá ið Geza Turi við einari av sínum eyðkendu sendingum fram eftir vøllinum spældi Signar á Brúnni leysan í høgru síðu. Hann spældi bóltin flatt inn fyri í føturnar á Sølva Vatnhamar, og so var 0-1.

Árni Frederiksberg ein støðug hóttan
Eftir málið kom KÍ longri fram av vøllin, og tað Víkingi gav tað ein lítlan skelk, tá ið Sølvi orsaka av skaða mátti geva skarvin yvir.

Nú vaknaði KÍ veruliga, og millum annað spædi stjørnuleikarin, Árni Frederiksberg, sera væl. Serliga var vandi á ferð, tá ið Árni sendi deyðbóltar og kastaði innkøst inn fyri málið.

Tað var eisini Árni sum javnaði, tá ið hann sendi eitt hornaspark úr høgru síðu inneftir skrúva beint í málið. Slíkt eigur ikki at henda, men tá ið Árni sparkar, ber alt til.

Góður dystur
Tá ið so nógv fólk eru og hyggja eftir dysti, gevur tað nakað serligt. Hóast tað ikki vóru so nógvir møguleikar, so merkist støðukríggið inn á vøllinum eisini millum viðhaldsfólkini. Talan var sum heild um ein væl spælda dyst í góðum ítróttaranda og við einum góðum dómara.

Bylgjaði aftur og fram
Í seinni hálvleiki skiftust liðini um at leypa á. Hjá KÍ kom meira bit í vinstru síðu, tá ið Patrick da Silva kom inn fyri Latif Ahmed tíðliga í seinna hálvleiki. Nakrar ferðir fekk da Silva lagt innfyri, og eina løtu var KÍ kanska omaná. Tvær ferðir mátti Bárður á Reynatrøð bjarga meistarliga.

Men Víkingur kom aftur. Tað eyndaðist teimum, at halda Árna Frederiksberg vekk frá spælinum, og stórskjúttan, Páll Klettskarð, dugdu Víkingar væl at temja, við at lata Páll vinna fyrsta bóltin, og sjálvir vinna annan bóltin. Her kundi KÍ kanska lagt meira fyri, við at latið onkran runnið í djúpdina, so Páll hevði onkran at snitta víðari til.

Víkingur tók yvir
At Víkingur er væl fyri sást, sum seinni hálvleikur leið. Væl dirigeraðir av Geza Turi komu teir longri og longri fram á vøllin. Nakrar ferðir var nær við, tó uttan at koma til teir heilt stóru møguleikarnar.

Her má nýggi verjugeneralurin hjá KÍ, Céderic Yambéré, nevnast. Hesin væl bygdi og kviki miðverjin vann alt, sum vinnast kundi, og hann skal nokk fara at vísa seg at gerast ein veruligur fongur hjá føroyameistarunum.

Innskiftarar gjørdu mun
Til dagsins dyst hevði KÍ helst breiðari bonk enn Víkingur, og tað vísti seg at gera mun. Serliga Pætur Petersen gav vinstru síðu upp aftur meira ferð á, og við sínum gramma spælistíli, mundi hann skorað, beinanvegin hann kom inn.

Pætur var eisini við í avgerandi málinum. Víkingur spældi ein bólt tvørtur um á miðjum vølli. Pætur vann bóltin, og Atli Gregersen tordi ikki at fella hann, tí hann hevði gult kort. Í staðin setti skálvíkingurin á KÍ-liðnum ferð á í vinstru síðu og legði inn fyri, har fyrst Páll skallaði. Bárður bjargaði meistarliga, men í tveimum førum fekk ein annar innskiftari, ungi Dávid B. Andreasen, bróður skadda liðskiparan, Jákup, fótin á bóltin, og so vóru meistararnir á sigurskós.

Eldur í meistarastríðnum
Úrslitið hevur við sær, at KÍ nú bert er trý stig aftanfyri Víking á fremsta plássið. Harafturat kann HB við sigri á Skála í morgin koma ájavnt í stigum við Víking. So meistarastríðið er víðopið við trimum liðum stavn um stavn.